VÍF hevði nevnliga vunnið fyrra dystin millum liðini við 11 málum, og tí skuldi nógv til, áðrenn talan yvir høvur gjørdist um spenning.
Og spennandi gjørdist tað sum so heldur ikki. VÍF helt fast um leiðslu sína tað mesta av dystinum, og tað var ikki fyrr enn seinasta korterið, at Kyndil slapp avstað. Men tá munaði tað alt ov lítið.
Súsannna Petersen og Randi S. Wardum skutu 5 mál í part fyri Kyndil. Liljan Djurhuus skeyt 9 av málunum hjá VÍF.
Kyndil-VÍF 25-22 (11-12)