Trý ár uttan steyp: Solskjær vil hava spælarar

Manchester United tapti í gjár í Europa League og hevur nú ikki vunnið nakað steyp í trý ár

Í gjár tapti Manchester United 2-1 móti Sevilla í hálvfinaluni í Europa League. Skaðin er ikki størri enn so, at Manchester United longu hevur tryggjað sær Champions League fótbólt til komandi kappingarár, men hetta er fyrstu ferð síðani fyrstu árini undir Sir Alex Ferguson, at felagið einki steyp vinnur trý ár upp í slag.

Les eisini: Manchester United fall í Europa League

Í tíðarskeiðnum 1986 til 1989 vann Manchester United einki steyp. Sum søgan vísur á, so skuldi tað skjótt koma hol á og Manchester United hevur síðani verið ímyndin av at vinna. Soleiðis var fram til 2013, tá Sir Alex Ferguson legði frá sær. Felagið hevur síðani vunnið Europa League, Liga Cup og FA Cup, men nú eru trý ár síðani, at nakað steyp er komið í hús.

Tað eru tekin í sól og mánað um, at Ole Gunnar Solskjær, venjari, er við at venda skútuni. Tað sást í endaspurtinum í Premier League og liðið hevur verið í trimum hálvfinalum í ár, men ikki komið í nakra finalu. Nú vil norski venjarin hava fleiri spælarar til komandi kappingarár.

- Vit mugu styrkja breiddina á hópinum, tí hetta verður eitt langt kappingarár. Vit fáa bara tvær vikurs feriu, áðrenn vit skulu í gongd aftur. Hetta verður ein løgið og stutt summar, og tað verður ein sálarlig avbjóðing, segði Ole Gunnar Solskjær eftir dystin í gjár.

##med2##

Manchester United er sett í samband við Jadon Sancho hjá Borussia Dortmund. Eftir dystin í gjár var millum annað víst á, at við honum á liðnum hevði Manchester United helst fingið eitt mál afturat móti Sevilla. Manchester United var greitt omaná leikliga.