Trý úr Vági í starvsvenjing

Farnu tvær vikurnar hevur Steintóra Joensen úr 9. flokki í Vágs skúla verið í praktik á Sosialinum. Hósdagin hitti hon tríggjar av floksfelagum sínum, sum vóru í Havn í somu ørindum

Stuttligt, men strævið
 
Susan Poulsen frá Porkeri er 15 ára gomul, og gongur í 9. flokki í Vágs Skúla.
Hon er í starvsvenjing hjá Salong Viviann í Havn, og dámar sera væl. - Tað hevur verið stuttligt, men strævið, sigur hon.
Tá hon verður spurd, um hon møguliga kundi ætlað sær at verðið frisør, sigur hon, at tað kundi gott verið. Men hon hevur ikki hugsað so langt enn.
Aftaná 9. flokk ætlar Susan niður til Danmarkar á eftirskúla í eitt ár. So fer tíðin at vísa hvat hendir.
Ikki aftan fyri diskin
 
Theis Herdalur býr í Vági. Hann er 15 ára gamal, og gongur í 9. flokki í Vágs Skúla.
Hann er í starvsvenjing hjá Expert í SMS. Honum dámar væl og hevur haft tað stuttligt í tær tvær vikurnar.
Hann sigur tó, at tað verður nokk ikki hansara andlit ein kemur at síggja handan diskin í Expert framyvir.
Aftaná 10. flokk ætlar Theis sær nevniliga til Danmarkar at læra til verkfrøðing.
 


Hevur lært nakað av deyvamáli
 
Lív Jákupsdóttir Ryggshamar frá Vági hevur verið í starvsvenjing á Deyvatulkatænastuni seinastu tvær vikurnar. Lív er 15 ára gomul, og gongur í 9 flokki í Vágs Skúla.
Hon sigur at hon fer heimaftur við einum góðum upplivilsi, og hevur fingið sera nógv burturúr.
Millum annað hevur hon lært eitt sindur av deyvamálið. Hon sigur at hon ætlar sær ikki at gerast tulkur, men vil fegin læra deyvamál.
Aftaná 10 flokk, fer hon møguliga á onkran musikkskúla. Annars ætlar hon at gerast sálarfrøðingur.