FS Vágar-NSÍ:
1. deild
Ivaleyst mundu fleiri av runavíkingunum rokna við einum avgreiðsluspurningi, tá teir mikukvøldið skuldu gera útsetta dystin móti FS Vágum av sær. Vágamenn verða aftur í ár mettir millum veikaru liðini í deildini, meðan runavíkingar sjálvir ætla sær at sleppa úr »næstan-leiklutinum«. T.v.s. at teir ætla sær upp at stríðast um heiðursmerki.
Einfalt mál
Fyrstu løtuna av dystinum var eisini líkt til, at NSÍ ætlaði sær at gera skjótt av við mótstøðuna. Spælið varð trýst niðan móti vágamálinum, og sjónligasta úrslitið av hesum vóru tey nógvu hornaspørkini, sum gestirnir áttu hesa løtuna. Einki spurdist tó burtur úr hesum. Arturas Ramoska, sum tykist vera góður fongur hjá vágamonnum, var sera stinnur í málinum, og serliga var Vladlens Osipovs raskur at rudda leysar bóltar av vegnum.
Bragdliga byrjanin hjá NSÍ fekk tó ein bráðan enda. Fyrst var tað dyggur smeitur, at Christian Høgni Jacobsen noyddist út við skaða, og fáar minuttir seinni fingu vágamenn brádliga ein møguleika, sum teir umsettu í mál.
Møguleikin hjá vágamonnum kom eftir sera einfaldari uppskrift, sum tó vísti seg at vera eins effektiv sum einføld. Staddur heilt niðri við egnan brotsteig legði Osipovs ein langan bólt niðan á NSÍ hálvuna. Allar helst roknaði NSÍ verjan við, at bólturin ferðast heilt niðan til Jens Martin Knudsen, men í hesum høvdu teir av álvara forroknað seg. Kim Poulsen stríðist vanliga fyri hvønn bólt, og tað gjørdi hann eisini hesa ferð. Hann megnaði at stýra bóltinum yvir til Robert Bernhardson, og hesin høgdi til fyrstu ferð uttan møguleika hjá Jens Martini at gera nakað sum helst.
Uttan hugflog
Málið setti sjálvandi ein skelk í NSÍ leikararnar, og støðan kundi eisini verið verri, tá Arnfinn endurtók verjumistakið´, og lat ein bólt ferðast inn um seg, men ta ferðina gjørdist Kim akkurát ov stuttur.
Gestirnir royndu tó framhaldandi at trýsta, men stóri trupulleikin var, at talan var ikki um nakað annað enn eitt støðugt trýst. Hugflogið í spælinum var so púrt einki. Heldur enn at royna at lokka vágamenn út á vøllin, soleiðis at tómrúm møguliga standast í verjuni.
Sum hálvleikurin leið, tóktist alt meira greitt, at skuldi NSÍ javna, mátti talan verða um eitt meira ella minni tilvildarligt mál, og so varð eisini. Eftir at vágamenn ikki fingu ruddað eitt frísparksinnlegg nóg langt burtur, lyfti Gert Langgaard enn einaferð inn um verjuna. Har stóð Sonni L. Petersen at kalla óvardur, og í tveimum atløgum fekk hann ? eitt sindur heppið - skumpað bóltin inn um linjuna. Óneyðugt at siga, at talan var um eitt mál á einum av sálarligu týdningarmiklu tíðspunktunum í dystinum.
Duttu ov langt aftur
Í seinna umfarinum var kanska væntandi, at Petur Mohr fór at nýta steðgin til at umskipa spælið nakað, soleiðis at meira planur kom á trýstið hjá gestunum. Hetta hendi tó als ikki. Sama uppskriftin varð alla somlu tíðina nýtt. Langir bóltar út í borðini, ella skrábóltar inn í brotsteigin. Skrábóltar, sum vágaverjan sjáldan hevði trupulleikar av, hóast onkrar vandastøður sjálvandi spurdust burturúr.
Hóast vágamenn í sín part høvdu onkur einstøk mótálop, har serliga Tór-Ingar var týdningarmikil, so duttu teir alt meira aftur á vøllin, sum dysturin leið. Kanska var tað orkan, sum gekk undan, ella kanska var tað óttin fyri einum tapi, sum gjørdi hetta, men við at søkka somikið langt aftur, gjørdu teir tilveru sína alt meira torføra. Bólturin ferðaðiast alt meira í brotsteiginum, og tíggju minuttir fyri leiklok gekk galið. Eftir skrábólt inn í feltið, stútaði Ken Nónklett í fyrsta umfari á tvørstongina, og tá bólturin so datt niður, var Eddie Mikkelsen fyrstur á, og so kundu runavíkingar fegnast saman við teimum sonevndu »guligans«, sum vóru komnir vestur við.
Mundu mist
Tað var tó um reppið, at vágamenn aftur koppaðu øllum á høvdið. Eftir málið hjá runavíkingum fóru teir veruliga at trýsta, og til tíðir var tað bert svartasta óhepni, sum forðaði teimum í at bjarga øðrum stiginum. T.d. høvdu teir ta einu ferðina ein trý dupultan møguleika, men alt endaði við, at Sonni Johansen skumpaði bóltin fram við stongini.
Umframt hetta høvdu teir á heimaliðnum eisini fleiri vandamikil hornaspørk og langskot hesa løtuna, men hetta vísti samstundis eisini, hvussu góður málverji Jens Martin Knudsen er. Hann hevði í góðan hálvan tíma havt millum lítið og einki at gjørt, men tá boð so vóru eftir honum, var hann alt fyri eitt til dystin fús.
Alt í alt, so endaði dysturin við einum sigri til NSÍ, men tað tykist greitt, at nógv skal broytast, skal liðið hava ein leiklut í oddinum. Fyrst og fremst skal spælið skipast betri. Djóni N. Joensen varð hesa ferð fluttur niðan móti miðvøllinum, og hann megnaði at skap nakað av stýring á, men annars var talan fyri tað mesta um trýst og einki annað. Hinvegin sýndu vágamenn, at teir kanska eru betri fyri í ár, enn teir vóru í fjør. Gaman í er ikki nógv fólk at taka av, men í øllum førum kunnu teir á heimavølli geva nógvum liðum ein skarpan gang. Eisini teimum úr EB/Streymi, sum koma á vitjan komandi sunnudag.
FS Vágar-NSÍ 1-2 (1-1)
1-0: Robert Bernhardson 23.
1-1: Sonni L. Petersen 44.
1-2: Eddie Mikkelsen 80.
Dómari: Birgir Sondum (B36)
FS Vágar: Arturas Ramoska ? Tróndur Ravnsfjall, Ruslan Screlea, Vladlen Osipovs, Poul Kjartan Thomsen (Rúni í Jansagerði 46.) ? Tór-Ingar Akselsen, Rúni Kruse, Hannus Olsen, Sonny Johansen ? Kim Poulsen (Petur Niclassen 82.), Robert Bernhardson (Magnus Simonsen 65.)
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Arnfinn Langgaard, Djóni N. Joensen, Kári Hansen, Jónsetin Petersen ? Gert Langgaard, Brynjolvur Nielsen, Dánjal Hansen (Jan Nónklett 85.), Eddie Mikkelsen ? Sonni L. Petersen (Áki L. Hansen 71.), Christian Høgni Jacobsen (Ken Nónklett 17.)