Elspa Mørkøre hevur um nakað gjørt vart við seg í føroyska ítróttarheiminum í farna ári, og tað var í fjør, at hon skrivaði seg inn í føroysku svimjisøguna.
Ordans hál í Íslandi
Longu fyrst í farna ári gjørdi Elspa av álvara vart við seg, tá ið hon saman við øðrum føroyskum svimjarum tók lut í stórari svimjikapping í Reykjavík.
Tað ferðina eydnaðist tað henni at vinna ikki færri enn seks gullheiðursmerki, og hon setti heili níggju føroysk met.
Eitt av hæddarpunktunum hjá Elspu Mørkøre í fjør var ivaleyst luttøkan á Oyggjaleikunum í Hetlandi, tí tað var fyrstu ferð, at hon var við til oyggjaleikir. Tað gekk eisini væl, tí hon vann trý heiðursmerkir, eitt av hvørjum slag. Mest óvæntaða heiðursmerkið á oyggjaleikunum var ivaleyst gullheiðursmerki í 4x50 metrar liðsvimjing.
Tað, sum av álvara skrivaði Elspu í søgubøkurnar, var nýggja metið á 100 metrar frí, sum hon setti í heyst. Tíðin var 0,59.96, og harvið gjørdist hon fyrsta føroyska kvinnan nakrantíð, ið kom undir ein minutt.
Elspa Mørkøre tók sjálv móti heiðursbrævi og blómum á Dimmalætting í gjárkvøldið, og hon var sjálvsagt ógvuliga fegin um heiðurin.