Fríggjamorgunin var standmyndin, sum framyvir skal mynda inngongdina til ítróttarmiðdepilin í Havnini, Gundadal, avdúkað.
Talan er um eina standmynd, sum Hans Pauli Olsen, myndahøggari, hevur evnað til, og sum gevur eina samlaða mynd av ítrótti í breiðum høpi.
Týdning fyri listina
Tað var forkvinnan í Mentunarnevnd býráðsins, Hildur Eyðunsdóttir, sum helt røðu, nú standmyndin skuldi avdúkast, og hon legið dent á tann týdningin, sum eisini tað almenna hevur fyri føroyska list.
Hon vísti á álitið um mentan og list, sum fyri nøkrum árum síðani varð latið býráðnum. Í hesum varð millum annað nevnt, at tað hevur stóran týdning fyri føroyska listaumhvørvið, at eisini býráðið keypir sær føroysk listarverk, og er hetta ein leistur, sum síðani hevur verið fylgdur.
Viðurkendur listamaður
Ikki minst hevur býráðið fleiri ferðir keypt listarverk frá Hans Pauli Olsen. Standmyndir, sum prýða býðarmyndina ymsastaðni, og sjálv fegnaðist Hildur um, at enn ein standmynd frá viðurkenda myndahøggaranum nú kemur í Havnina.
? Gundadalur er frítíðar- og ítróttarmiðdepilin í Havnini. Og í øllum landinum eisini. Her er eisini eitt virkið og ríkt listarlív við Listaskálanum og Norðurlandahúsinum sum nærmastu grannum, og tí er inngongdin til Gundadal eitt frálíkt stað at seta eina slíka standmynd, segði Hildur millum annað í røðu síni.
Eisini lat hon nøkur rósandi orð fella til Hans Paula Olsen. Millum annað vísti hon á, hvussu viðurkendur hesin myndahøggarin er í altjóða høpi, og siteraði hon er millum annað listaummælara í danska Jyllands Posten.
Hesin staðfesti, at Hans Pauli »er en klippe i nordisk kunst«, og nú hevur so ítróttarmiðdepilin fingu sín varða frá klettinum. Ein varði, sum staðfestir, at ítróttur í breiðum høpi er nakað, sum hoyrir Havnini til.