Ítróttarsamband Føroya í vanda fyri at syndrast

Broytist støðan ikki, kann avleiðingin vera, at Ítróttarsamband Føroya fer í upploysn, heldur ÍSF forsetin

Føroyskur ítróttur má fáa nógv hægri játtan á fíggjarlógini, enn hann fær nú.

 

Tað staðfestir Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

 

Nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur ÍSF forsetin gjørt varv við, at tað skal tað vera samsvar ímillum tørv og játtan, er tað alneyðugt at játtanin hækkar.

 

Landsstýrið ætlar at stuðulin til ÍSF skal vera 8.650.000 krónur næsta ár, umframt at Hugasamband Føroya fær eina millión. Tað er serlia eftir at Helgi Dam Ziska varð stórmeistari herfyri, at landsstýrið vil stuðla Hugasambandi Føroya.

 

Elin Heðinsdóttir Joensen staðfestir, at tað eru 15.000 íðkandi ítróttarfólk í Føroyum.

 

- Ítrótturin er kropsligt, sálarligt og sosialt mennandi, bæði fyri børn og ung, vaksin og eldri, sjúk sum frísk.

 

Tí heldur hon ikki, at ítróttur er ein útreiðsla, men ein íløga í vælferðarsamfelagið.

 

- Tað er eisini ein íløga í ein felagsskap, sum við stoltleika, roysni og brøgdum umboðar Føroyar í altjóða høpi, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

 

- Í Føroyum eru 120 ítróttarfeløg, og tað kann tí vera trupult at útvega pening, tá øll hesi feløg søkja stuðul frá somu fyritøkum.

 

Samstundis staðfestir hon, at ítrótturin er í stórari menning og at tað er sera kostnaðarmikið at menna ítróttin, bæði her heima og altjóða, og tískil má hetta arbeiði stuðlast.

 

 

Les eisini: Vilja hava oyggjaleikirnar til Føroya 2023

 

 

 

Hon vísir á, at uppgávan hjá ÍSF er at vera savnandi fyri allan ítróttin í Føroyum. Hinvegin ásannar hon, at tað er ongin loyna, at tað hava verið trupulleikar um, hvussu stuðulin skuldi býtast ímillum tær ymsu ítróttargreinarnar.

 

- Hetta kemst av, at tað er ov lítið av peningi at býta, sigur hon.

 

Hon heldur eisini, at vandi er fyri, at ÍSF fer at syndrast, tí hon skrivar, at verður stuðulin ikki hækkaður, kunnu vit vænta, at sersambond fara úr ÍSF, og fara at søkja um fíggjarligan stuðul, hvør sær.