Tað er listamaðurin Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt standmyndina.
Í sambandi við avdúkingina verður alment hátíðarhald í Gundadali fríggjamorgunin klokkan tíggju. Har fer Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini, at flyta fram røðu, áðrenn Heðin Mortensen, borgarstjóri, avdúkar sjálva standmyndina.
Havnar Hornorkestur fer at spæla til hátíðarhaldið, og aftaná verður bjóðað til kaffi í Listaskálanum.