Lítið vardi tað útróðrarmannin, at
Johan Dahl meinti tað í ramasta álvara, tá hann bað teir menn, sum hava útróður sum livibreyð, bara fara og finna sær annað arbeiði, orðini vóru søgd av Løgtingssins røðarapalli, uppá bæði ein frekan og arogantan mára.
Nú er kunngerð lýst, og treytin fyr at fáa A-loyvi í bólki 5 er, at ein fiskar meiri enn fyri 400.000 um árið, teir sum ikki klára tað koma niður í 5B loyvi, og eru tí bólkaðir saman við frítíðarfiskarum.
Bólkur 5 er mest samansettur av eldri fiskimonnum, sum hava stríðst á sjónum eitt langt lív, teir eru nú blivnir eldri menn, og nógvir av hesum monnum hava keypt sær ein útróðrarbát, at lívbjarga sær við. Flestir av hesum av hesum fiska við snellu og eru tað bara heilt fáir snellumenn, sum koma uppum tær 400.000 kr. og koma av tí sama niður í bólk 5B, saman við frítíðarfiskarum, sjálvt um útróðrarmaðurin bert hevur útróður sum livibreyð, men tað hevur frítíðarfiskarin ikki, tá so fiskidagarnir í bólki 5B eru uppbrúktir, so steðgar allur fiskiskapur og hvat skal útróðrarmaðurin tá liva av, tá hann hevur ein dýran bát at forrenta.
Eg fari tí at spyrja øll tykkum sum manna
Løgtingið, eisini Johan Dahl landsstýrismann í Fiskivinnumálum er tað so livandi galið í hesum landi nú, at um ein ikki er limur í Starvsmannafelagnum - Lærarafelagnum ella siglir við Strandferðsluni, ja so hevur ein lítlan og ongan rætt, at liva og virka í tí landi sum eisini útróðrarmaðurin livir í.
Tí fari eg at heita á politikarnar, stovna ein bólk 5C til frítíðarfiskarar, og lat snellubátarnar í bólki 5B hava loyvið. at fiska og lívbjarga sær.