Andstøðan í Fólkatinginum hevur biðið Lars Løkke Rasmussen svara seks spurningum um kvotakongar og gávur. Løkke vil svara einum spurningi.
Á middegi skal Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í samráð í Umhvørvis- og matvørunevndini í Fólkatinginum. Har skal hann svara spurningum um síni viðurskifti við sonevndar kvotakongar.
Eisini um eitt uppihald í summarhúsi í Skagen, sum hann sambært Ekstra Bladet hevur fingið frá einum donskum stórfiskara í 50 ára føðingardagsgávu.
Løkke vil tó bert svara tí fyrsta av teimum tilsamans seks spurningum, sum Javnaðarflokkurin, Eindarlistin, Alternativið og SF hava sett.
Tað er tí, sigur hann, at hinir spurningarnir um summarhúsuppihaldið koma undir »privat viðurskifti«. Og tað hevur einki við ráðharrastarvið at gera.
Her eru teir seks spurningarnir:
1) Heldur forsætisráðharrin, at hann gav rættar og nøktandi upplýsingar um sambond síni við sonevndu kvotakongarnar undir samráðnum í Fólkatingsins Umhvørvis- og matvørunevnd 9. noevmber í 2017?
2) Er forsætisráðharrin samdur við professara í almennari umsiting við Syddansk Universitet Kurt Klaudi Klausen í, at forsætisráðharrin hevur víst »serliga ring metingarevni« og í meting professarans, sum ljóðar: »Desværre er det jo ligesom en mosaik, der danner sig om denne her mand af svag moral og dårlig dømmekraft«, vísandi til greinina »Ekstremt dårlig dømmekraft« í Ekstra Bladet 17.januar 2018.
3) Er forsætisráðharrin samdur við formanninum fyri Transparency International Danmark Natascha Linn Felix, sum við Ekstra Bladet 17. januar 2018 sigur »Landets statsminister bør ikke modtage sådan en gave, det er soleklart«. Og seinni í somu grein: »Jeg undrer mig og bliver forarget over, at landets statsminister modtager så stor en gave og gør brug af den i en situation, hvor stramninger over for storfiskere er under behandling?«
4) Hvørjar gávur og/ella veitingar hevur forsætisráðharrin fingið frá sokallaðum kvotakongum?
5) Hvat er virði á teimum gávum, sum forsætisráðharrin hevur fingið frá sokallaðum kvotakongum?
6) Hava aðrir ráðharrar í stjórn forsætisráðharrans fingið størri gávur, veitingar ella líknandi frá sokallaðum kvotakongum?
Kelda: Spurningar til samráð settir av Simon Kollerup (S), Maria Reumert Gjerding (EL), Trine Torp (SF) og Roger Courage Matthisen (AL).
/ritzau/