Aftur í ár verður Norðurlandahúsið karmur um Transatlantiska konsert hesaferð við Gretu Svabo Bech, Byrta, Brynjolfi og íslendsku Retro Stefson.
Í sambandi við 30 ára hátíðarhaldið hjá Norðurlandahúsinum í fjør varð skipað fyri elektrokonsert við bólkum úr Føroyum og Íslandi. Norðurlandahúsið var fegið um at bjóða fyrstu almennu framførsluna hjá føroysku elektroduoini Byrta, og aftur í ár eru tey týðandi partur av skránni.
Spennandi føroyska tónlistakvinnan, Greta Svabo Bech, er eisini á skránni, og íslendski bólkurin hesa ferð er Retro Stefson, sum altíð hugtekur áhoyraran við sínum glaða tónleiki og lívligu pallframførslu.
Eins og Byrta luttók føroyska elektroniska flogvitið Brynjolfur í fjør, longu tá var hann væl umtóktur uttanlands, men síðan tá hevur hansara yrkisleið bert gingið ein veg, og mett verður at hansara altóða gjøgnumbrot kemur hvørja løtu. Tí er tað eitt satt scoop, at hava fingið hann við á skránna.
Konsertin er í stóra salinum í Norðurlandahúsinum leygardagin 3. mai kl. 21.00, pláss er fyri 800 standandi áhoyrarum ella skuldu vit heldur sagt dansandi áskoðarum.