Yvir 40 ár eru liðin síðani Føroyskt Felag í Ballerup fór undir at skipa fyri regluligum føroyskum dansi í Keypmannahavn.
Størsta dansikvøldið var á trettandu, tá upp til 100 fólk komu saman úti í Pederstrup fyri at fara upp á gólv.
Men sum Salamon segði, skal tíð til alt, og ein er tíðin at dansa. Nú eru ongar kvæðakempur longur í Ballerup, og fátt er fólkið at dansa.
Felagið er tí farið í samstarv við Fótatraðk og Føroyahúsið í Keypmannahavn at skipa fyri trettandahaldinum, ið verður 9. januar 2015.