Hann var dømdur fyri harðskap og fyri ológliga at bróta inn á vøllin, revsingin er 40 tímar av samfelagstænastu og ein treytað revsing í 30 dagar.
Rætturin metti, at maðurin hevði verið sálarliga óstøðugur, tá hendingin fór fram, og hetta var orsøk til, at maðurin fekk somikið lina revsing. Ákæruvaldið hevði kravt, at maðurin fekk munandi harðari revsing og at henda ikki var treytað.
Maðurin hevur tó ikki tikið við dóminum, men umhugsar í løtuni um hann skal kæra dómin til hægri rætt. Eisini er eitt sivilt rættarmál á veg, tí bæði Parken Sport & Entertainment og Danska Fótbóltsambandi krevja millióna upphæddir frá manninum.