Helgi Winther Olsen fekk hat trick, tá hann um vikuskiftið vann triðja FM heitið í fjallasúkkling í greinini MTB Marathon.
Eins og í hinum báðum FM kappingunum kegði Helgi Winther Olsen hart út og setti trýst á kappingarneytarnar longu frá byrjan.
Helgi Winther Olsen telist millum sterkastu súkklarar í landinum, og hann økti leiðsluna stútt fyri hvørt umfar og kom tí fyrstur á mál við tíðini 3 tímar, 16 minuttir og 35 sekund.
Galdandi fyri kappingina er, at teinurin skal vera oman fyri 60 kilometrar, og at vinnaratíðin liggur oman fyri tríggjar tímar.
Økið við Flatnahaga var karmur um kappingina leygardagin. Hetta er ein drúgvur og harður teinur, har súkklararnir skiftivís súkkla í lendi millum grót og eyru og aðrar løtur á grúsi og asfalti.
Ringa veðrið seinastu vikuna hevði við sær, at lendið var vátt, og tað gjørdist tí enn meira torført og tungt at súkkla á. Fýra umfør skuldu súkklast, og tilsamans bleiv tað til 62 kilometrar.
Hæddarmetrarnir vóru eisini nógvir, varð súkklað fýra umfør, varð tað 1600 hæddarmetrar.
Hilmar Hansen og Andrass Joensen stríddust um annað pláss og silvurmerkið, áðrenn Hilmar Hansen mátti gevast orsakað av ryggskaða.
Andrass Joensen helt kortini á, og tá avtornaði, kom hann á mál sum nummar tvey, góðar 10 minuttir aftaná vinnaran. Andrass Joensen brúkti 3 tímar 26 minuttir og 49 sekund um tey fýra umførini.
Triði maður á mál gjørdist Herfinn Thomassen, sum er nýggjur maður í fjallasúkkluhøpi. Herfinn Thomassen súkklaði kortini eitt umfar styttri enn hinir orsakað av tíðarmarkinum, sum var tríggjar tímar.