Tríggir bilførarar settu koyrikortið upp á spæl

Løgeglan hevur tikið bilførarar fyri rúsdrekkakoyring og fyri at koyra ov skjótt

Hóast tað ikki hava verið nógv fólk í býnum í Havn í nátt, so hevur løgreglan kortin skuldsett tveir bilførarar fyri rúsdrekkakoyring. Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. Bilførararnir vórðu steðgaðir í vanligum eftirliti, og teir vórðu báðir skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring. Tey málini koyra so víðari í rættarskipaninin.

Í gjáramorgunin varð løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar. Hatta var í bygdum øki í Kollafirði. Tá fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu ov skjótt. Teir koyrdu millum 76 og 81 km um tíman. Hjá einum øðrum bilførara verður talan um treytaða frádøming av koyrikortinum. Hann koyrdi 94 km um tíman í bygdum øki, eisini í Kollafirði.