Fimti síðsta umfar í hesum kappingarárinum í fótbólti verður seinnapartin í dag. At besta fótbóltskappingin er konsentrera í størstu plássunum og økjunum sæst aftur í, at í dag vera tríggir dystir spældir í Eysturoy, ein verður spældur í Streymnesi, og ein verður í Gundadali.
Tað er ikki greitt, hvør fer at flyta niður, og hvør fer at vinna FM og heiðursmerkini. Í botnstríðnum hava bæði Skála og B68 knívin á barkanum, og í toppinum er spenningurin vorðin størri, eftir at B36 hevur tapt tvær ferðir á rað, og eftir at HB tapti síðsta sunnudag.
Líkindini at spæla fótbólt vera góð seinnapartin. Sagt verður frá lítlum ella ongum vindi, tað verður turt, og hitin verður um tíggju stig.
ÍF-AB: Alex Troleis kl. 15.00
NSÍ-B36: Lars Müller kl. 15.00
B68-KÍ: Petur Reinert kl. 15.00
EB/Streymur-Víkingur: Dagfinn Forná kl. 15.00
HB-Skála: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Støðan
B36 49
HB 45
Víkingur 39
EB/Streymur 34
NSÍ 31
KÍ 30
ÍF 25
AB 22
B68 13
Skála 12