Tríggir unglingar sluppu ein túr við Kambi

Tá tríggir unglingar, sum gingu á bryggjuni í Kollafirði, spurdu, um teir kundu sleppa umborð at síggja skipið, játtaði skiparin. Tað endaði við, at teir sluppu við frystilínuskipinum inn á Skála.

Mortan Mortensen, sum telist millum okkara kendastu og bestu línuskiparar, legði í gjár nakrar reglur út á sín Facebook-vanga saman við mynd av trimum unglingum. 

 

Á myndini standa dreingirnir á brúnni á frystilínuskipinum, Kambi, sum Mortan førir. Hin eini heldur í skipsróðrið, og allir tríggir hyggja teir fram ígjøgnum brúgvarútarnar.

 

Mortan Mortensen greiðir frá, at tá teir vóru lidnir at landa í Kollafirði í gjár, stóðu hesir tríggir unglingarnir, 14-15 ára gamlir, á bryggjuni.

 

- Teir spyrja nú pent, um teir kunnu sleppa umborð á síggja skipið, og sjálvandi játta vit. Teir gingu runt og hugdu, høvdu tíðina fyri sær og høvdu ongan hug at fara í land aftur.

 

Nú spyr fryntligi skiparin, um teir hava hug at sigla við inn á Skála.

 

- Jú, tað høvdu teir, og teir skaffaðu sær sjálvir fart heimaftur. Hesir tríggir høvdu ein felagsnevnara; teir ætlaðu allir at gerast sjómenn, sigur skiparin á Kambi.

 

Mortan Mortensen heldur fyri - eftir hesa hending - at enn er ein vón, og her sipar hann helst til, at tað hevur verið trupult at manna nøkur av fiskiskipunum hesi seinnu árini.

 

Fleiri, sum viðmerkja á tráðnum hjá skiparanum, takka honum fyri, at hann so blídliga tók ímóti unglingunum, vísti teimum skipið og tók teir við inn á Skála.

 

##med2##