Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen og bilførari hansara vóru í einum ferðsluóhappi gjárkvøldið, har teir koyrdu út av vegnum.
Bæði ráðharrin og ráðharraførari hansara hava tað eftir umstøðunum gott.
Á veg heim koyrdi bilurin hjá ráðharranum út av vegnum klokkan 23. Tað er ikki upplýst, hvar óhappið fór fram.
Tað stendur í tíðindaskrivi frá Verjumálaráðnum.
Orsakað av óhappinum hevur verjumálaráðharrin avlýst fleiri fundir og tiltøk í dag.
Hann skuldi í dag luttaka á fundi í Uttanríkispolitiska ráðnum, har evnið var støðan í Ukraina sum avleiðing av innrásini hjá Russlandi fyri yvir tveimum árum síðani. Ukrainar standa fyri harðasta vetrinum á vígvøllinum higartil.
Tíðindatalsmaðurin hjá løgregluni, Thomas Kristensen, váttar óhappið.
- Vit kunnu staðfesta, at vit høvdu eitt ferðsluóhapp í gjárkvøldið og at eingin persónur fekk skaða. Tað hendi í Holbæk Kommunu, sigur hann.
Vanlukkan hendi á veg heim til Troels Lund Poulsen, sum býr við Birkehøjgård í Tølløse, har hann er frítíðarbóndi.
Ráðharrabilurin hjá Troels Lund Poulsen er ein Audi A8 frá 2021.
Løgreglan fekk fráboðan klokkan 23 um eina eitt óhapp, har bara ein bilur var uppií endaði við síðuna av vegnum.
Eingin stórvegis materiellur skaði hevur verið í sambandi við óhappið.
- Tað er altíð onkur málsviðgerð í slíkum, men annars er einki meira í málinum hjá okkum, sigur hann.
/Ritzau/