Navnframi Tróndur Vatnhamar er ikki longur marknaðarleiðari hjá Fótbóltssamband Føroya. Hann váttar í dag, at partarnir hava gjørt eina fráfaringaravtalu, sum verður sett í gildi frá í gjár av.
- Ja, eg kann vátta, at eg og FSF hava gørt eina fráfaringaravtalu, sum merkir at eg ikki longur eri í starvi í Fótbóltssambandinum. Um tit vilja hava fleiri viðmekringar, so mugu tit seta tykkum í samband við Virgar Hvidbro, aðalskriva, sigur Tróndur Vatnhamar í dag.
Tróndur Vatnhamar hevur verið sera sjónligur í arbeiðinum hjá FSF, har hann millum annað hevur verið vertur í FSF-varpinum og rekur nógv vitjaðu Facebook síðuna hjá Fótbóltssambandinum, umframt at hann hevur skipað fyri løgmansfinaluni seinastu trý árini.
- Eg havi verið ótrúliga glaður og takksamur fyri avbjóðingina og ynski FSF og serstakliga fjepparunum alt tað besta, sigur Tróndur Vatnhamar, sum hevur verið í starvinum síðani septembur 2011.
Aðalskrivan hjá Fótbóltssambandinum, Virgar Hvidbro, váttar somuleiðis tíðindini, men vil heldur ikki gera fleiri viðmerkingar.
- Eg kann vátta, at partarnir hava gjørt eina fráfaringaravtalu, sum inniber, at Tróndur Vatnhamar gevst frá í gjár av at rokna. Fleiri viðmerkingar havi eg ikki til málið, sigur Virgar Hvidbro.
Starvið sum marknaðarleiðari hjá FSF verður tó ikki lýst leyst fyribils.
- Vit arbeiða við nøkrum broytingum og tí verður ongin settur í júst hatta starvið fyribils. Vit koma at gera nakrar umrokeringar um ársskiftið, sigur Virgar Hvidbro at enda.