Vit mugu byrja at hugsa um annað enn endurgjald fyri bankayvirtøkuna, og vit mugu sleppa okkum burturúr at hugsa um fiskin sum einasta berandi grundarlagið fyri føroyskum búskapi. Møguleikarnir hjá føringum at gera seg galdandi innan IT-menningina eru góðir, tí vit eiga hópin av væl lærdum ungfólki, sum heldur enn fegin vendu nøsina heimeftir eftir lokna útbúgving í útheiminum. Bert at vita sær fisk, bankadiskar og lívlang størv hjá tí almenna er eingin framtíð. Vit mugu sleppa okkum burturúr trongskygdu hugsanini, at vit kunnu menna samfelagið við at hugsa sum vit hava gjørt seinastu 50 árini.
Pínligt var tað at vera føringur í Keypmannahavn hin 27. januar tá danska Fólkatingið umrøddi úrslitið av stóru bankakanningini. Pínligt tí trongskygni trein meir enn nakað annað fram á skýggjanum tá m.a. Óli Breckmann tók orðið. Umaftur og umaftur sama meldrið um, at danir umroknað til donsk viðurskifti hava snýtt okkum fyri 150 til 200 milliardir. Og pínligt tí, at eingin dani skilir hesa umrokning. Í teirra verð eru 1,5 til 2 milliardir bert 1,5 til 2 milliardir. Lukkutíð at eingin var so gløggur at hann fortaldi Óla, at so var samlaða føroyska uttanlandsskuldin ikki 5,5 milliardir, men 550 milliardir. Og so kundi hin snildi eisini fortalt dønum, at tað vit fáa í blokkstuðli ? umroknað til Ólasa tøl ? er meiri enn 100 milliadir um árið. Tíbetur var eingin snildur dani staddur í Fólkatinginum júst tá Óli var á pallinum.
Tað Óli Breckmann tosaði um var sama sjabbið, sum vit hava hoyrt umaftur og umaftur síðani 1993. Ikki eitt orð um, at vit føringar taka ábyrgdina av at hava koyrt samfelagið út á eggina. Ikki eitt orð um, at vit so sanniliga eisini eru áhugaðir fyri at plasera ábyrgdina fyri vánaliga skilinum í Føroyum. Ikki eitt orð um, at føroysku bankarnir (tann eini hálvdanskur) høvdu pøst so nógvan pening ínn í samfelagið, at grundarlagið kundi ikki halda. Tað mátti rapa. Ikki tí, eg hevði heldur ikki væntað mær, at føroysku politikararnir fóru at sópa fyri egnum durum. Tað eru áleið somu menn sum sita í landsstýri og løgtingi í dag, sum vóru oddamenn fyri ørskapinum og valdsmisnýtsluni sum koyrdi samfelagið um koll.
Tað skal meiri
enn fiskur til
Og tað sæst á øllum brøgdum, at hesir menn einki hava lært. Lantíðarætlanir eru fremmandorð fyri teimum og hvussu eg lesi bløðini ella lurti eftir nærvarpi, so síggji ella hoyri eg einki um langtíðarætlanir fyri føroyska búskapin. Meginparturin av tíðindunum vit fáa heimaífrá snúgva seg um hvussu nógvan fisk bátarnir í Oyndarfirði hava landað og hvør løgtingsmaður hevur sagt at ein annar løgtingsmaður hevur sagt okkurt, sum ikki skuldi verðið sagt. Álvaratos: Við hvørjum ætla vit at byggja samfelagið? Við hvørjum ætla vit at gera okkum meiri óheftar av dønum? Ætla vit framvegis at lata fiskin vera berandi grundarlagið? Hava vit einki lært av, at hvørja ferð ein hørð ódn rakar landið, so hvørvur stórur partur av fiskinum í nøkur ár. Soleiðis hevur tað verið líka síðani onglendingar og hálendingar byrjaðu at fiska undir Føroyum.
Nú má og skal tíðin vera komin til, at vit byrja at hyggja frameftir. Vit kunnu ikki dúva uppá, at vit helst fáa endurgjald frá dønum, tí teir eru als ikki sinnaðir at gjalda okkum annað enn eina symbolska upphædd. Vit mugu víðari. Vit mugu av álvara byrja at hugsa um, hvussu vit føringar ? eisini vit sum útbúgva okkum niðri ? skulu byggja eitt samfelag, sum í allar mátar er kappingarført við umheimin. Vit mugu eisini hugsa um at byggja eitt samfelag sum kann draga tey heimaftur, sum fáa sær munagóðar útbúgvingar í útlondum. Tað eru alt ov mong sum ikki týma heimaftur til eitt samfelag, sum ikki hevur stórt annað at bjóða enn fisk, ein banka-disk ella eitt lívlangt starv hjá tí almenna. Útheimurin broytist við rúkandi ferð, og áðrenn vit vita av, er Inter-netið vorðið eins týdningarmikið og tað evropeiska veganetið.
IT-heimurin bíðar
Og júst hetta. Internetið ? og ikki at gloyma, IT-menningin sum heild, burdi verið ein opin vegur hjá føring-um at lagt sína orku í. Vit eiga hópin av góðum og gløggum ungfólki við góðari útbúgving, sum megnar at skapa nýggjar loysnir innan IT-heimin. Vit kunnu ikki aftur fara at droyma um at skula kappast við útheim-in á økjum sum krevja, at vit skulu innflyta hópin av dýrum rávørum, sum kanska ikki koma til tíðina tí veð-rið er vánaligt, tí skipasambandið ikki heldur tíðarætlanir o.sfr. Tí er IT-menningin ein góð loysn. Bíligar rá-vørur, sum eru lættar og skjótar at flyta. Og sjálvandi ber eisini til at hugsa sær, at føringar sjálvir kunnu framleiða nakað av (hardware)tilfarinum sjálvir. Men software: programm, Internetloysnir, heimasíðufram-leiðsla, undirvísingartilfar á bæði CD-Rom, video, á Internetinum o.sfr. er sanniliga framleiðsla, har føringar kunnu kappast við útheimin. Men vit mugu gevast við at hugsa til og frá okkara egna nalva og so ikki longur. Vit mugu sannføra politikarar okkara um, at tað er Føroyum at frama at seta telefongjaldið niður og ikki sum nú, lata tað vera størstu forðingina fyri, at vit kunnu kappast. Hugsið tykkum, her í Keypmannahavn kostar tað heilt niður í 8 oyri um minuttin at vera á Internetinum.
Sjálvandi havi eg ikki her og nú ætlað mær at koma rennandi við øllum loysnum uppá alt. Eg havi fyrst og fremst í hyggju at eggja føringum til at hugsa um annað og meiri enn bankakanningina. Hana leggja danir í veruleikanum so lítið í, at tá atkvøðast skal um nýggja ES-sáttmálan, gloyma teir alt um Føroyar og føringar. Teir fara neyvan av álvara at hugsa um okkum aftur fyrr enn olja er funnin í undirgrundini. men tá koma teir aftur við »fynd og klem«, tí eg ivist ikki eina løtu í, at veruliga orsøkin fyri, at danir eru so altráir at loysa bankagøluna so »smertefrit« sum gjørligt er, at bæði teir sjálvir og ES vilja hava føroysku oljuna. Oljan í stó-rum parti av Norðsjónum er uppi um eini 20 ár, og ES fer at mangla olju aðrastaðni frá um somu tíð. Annar logikkur er ? soleiðis hugsi eg ? ikki í hesum. Men pening skulu vit ikki vænta at fáa stórvegis av. Ein olmussu fáa vit helst so Danmark kann standa seg væl við londini uttanum, ikki minst tey lond, sum Danmark roynir at sannføra um, at teir eru »heimsins moralska samvitska«.
? ? ?
Fegin var eg um hesi orð míni kundu sett ferð á eitt konstruktivt orðaskifti um framtíðina. Og enn fegnari var eg um føringar fóru at hugsa um berandi inntøkukeldur, sum ikki lukta av fiski. Og allarmest fegin var eg um føringar lærdu seg at hugsa um fíggjarviðurskifti uttan blokkstuðul og endurgjald fyri bankayvirtøkuna.
Keypmannahavn
27. januar 1998