Føroysku gulldreingirnir á U17-landsliðnum eru bodnir til kapping í Týsklandi ímillum 28., 29. og 30. desember.
Kappingin eitur Sparkassen Cup, verður hildin í Merzig í týska landslutinum, Saarland, og er fyri átta innbodnum liðum.
Hetta er fyrsta kappingin síðani European Open í Svøríki í summar, har føroysku dreingirnir tóku hondbóltsheimin á bóli og vunnu gull.
Í Ítrottarsosialinum mánadagin var samrøða við annan venjaran at lesa, og hópurin var eisini at síggja.
(Les greinina um gulldreingirnar í Sosialinum við at trýsta HER)
Hópurin sær soleiðis út. (Skotin mál eftir hagtølunum hjá Miðlahúsinum - dagførd 09/12/2019)
Navn | Pláss | Felag | Mál í Okkaradeildini hetta kappingarárið |
Pauli Jacobsen | Málverji | Skanderborg | |
Brandur Silvurstein | Málverji | Skjern | |
Baldur Gillason | Vinstri vongur | H71 | 4 |
Kristoffur Bjørgvinn | Vinstri vongur | Kyndil | 24 |
Pauli Mittún | Vinstri bakkur | H71 | 36 |
Bjarni í Selvindi | Vinstri bakkur | STÍF | 23 |
Ovi Lutzen | Vinstri bakkur | Kyndil | 4 |
Elias Ellefsen á Skipagøtu | Spælskipari | H71 | 23 |
Rói Ellefsen á Skipagøtu | Spælskipari | ISI | |
Silas Vang | Høgri bakkur | H71 | |
Sveinur Olafsson | Høgri bakkur | H71 | |
Bogi Hansen | Høgri vongur | H71 | 5 |
Hákun West av Teigum | Høgri vongur | Skanderborg | |
Ragnar Karlsson | Strikuspælari | H71 | |
Viktor Nørlyng Gaini | Strikuspælari | GOG | |
Sakir Tróndarsson Frýdal | Strikuspælari | H71 |
Bjarni í Selvindi og Silas Vang eru nýggir í mun til hópin í summar.
Teir avloysa Bryan Slyne og Janus Dam Djurhuus ,sum hevur brotið óstbeinið.
Hesi luttaka í Sparkassen Cup
Týskland
Ísland
Niðurlond
Sveis
Hvítarussland
Italia
Føroyar
Saarland