Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur í dag, at USA fer at fáa ríkaða uran frá Iran.
Hetta sigur hann, samstundis sum bæði londini eru í orðadrátti um eina avtalu, sum kann fáa ein enda á krígnum.
- Vit fara at fáa tað, segði amerikanski forsetin, tá hann var á veg út úr Hvítu Húsunum í dag.
Tað er Reuters, sum ber hesi tíðindi í kvøld.
Í løtuni er ikki greitt, hvat liggur aftanfyri hesa útsøgn hjá Donald Trump, og Iran hevur ikki gjørt viðmerkingar til orðini hjá forsetanun.
USA og Ísrael hava sagt, at eitt avgerandi mál við krígnum móti Iran er, at Iran ikki skal kunna menna kjarnorkuvápn.
Og skalt tú menna kjarnorkuvápn, krevst, at landið hevu ríkaða uran.











