Sambært Wall Street Journal skal amerikanski forsetin vera sinnaður at enda kríggið við Iran, hóast Iran framvegis heldur Hormussundið stongt - við undantaki av nøkrum skipum, sum landið vil loyva gjøgnum sundið.
Keldur, sum standa amerikansku umstingini nær, bera hesi tíðindi, sum tó ikki eru váttað frá almennari amerikanskari síðu.
Wall Street Journal heldur, at Donald Trump helst hevur sagt við sínar ráðgevar, at hann er sinnaður at enda kríggið, hóast Hormussundið framvegis er stongt.
Upprunaliga ætlaði amerikanski forsetin, at hernaðarliga átakið móti Iran skuldi vara í einar 4-6 vikur, men átakið dregur út.
Ávísin heldur, at forsetin er komin til ta niðurstøðu, at USA kann røkka sínum málum við at oyðileggja iranska herskipaflotan og rakettgoymslur, og síðan kann USA gevast við átakinum.
Sum skilst, væntar Donald Trump, at tað fer at eydnast USA við diplomatiskum virksemi at trýsta Teheran til at lata uppaftur fyri skipaferðsluni gjøgnum Hormussundið.
Tað var annars í gjár, at amerikanski forsetin á Truth Social hótti Iran við at leggja iransk orkuverk og oljuvirksemi í oyði, og hann hótti eisini við at oyðileggja vatnveitingina hjá iranska fólkinum, um Hormussundið ikki verður latið uppaftur.
Wall Street Journal skrivar, at Donald Trump seinasta mánaðin er komin við fleiri ymiskum útsagnum um, hvussu hann ætlar at loysa málið, nú Iran hevur stongt fyri skipaferðsluni gjøgnum týdningarmikla sundið.
Sambært ávísini hevur Trump-umsitingin sagt, at Hormussundið er nógv týdningarmiklari sum siglingarleið fyri Evropa, Miðeystur og Asia enn fyri USA.
Hormussundið er ein av týdningarmiklastu siglingarleiðum í heiminum, tí haðani kemur umleið 20 prosent av allari olju og gassi, sum heimurin brúkar.
- Tess longri, Hormussundið verður stongt, jú meira skakaður verður heimsbúskapurin við høgum oljuprísum, skrivar Wall Street Journal.
Sambært Reuters hevur greinin í Wall Street Journal um ein møguligan enda á krígnum móti Iran elvt til, at oljuprísurin í dag er heldur lægri enn annars.










