- Fyrr ella seinni fer amerikanski forsetin, Donald Trump, at tvinga eina avtalu ígjøgnum, soleiðis at hann fær eftirlitið við Grønlandi. Dreymurin hjá forsetanum livir sítt fríska liv.
Tað heldur serfrøðingurin í geopolitikki, amerikanarin, Charles Myers, sum eisini er stovnari av stóru ráðgevingarfyritøkuni, Signum Global Advisors.
So skjótt, sum Donald Trump, setti sínar føtur inn um forsetaskrivstovuna í Hvítu Húsunum, vísti hann sín áhuga fyri Grønlandi, eins og hann eisini gjørdi í sínum fyrra forsetaskeiði.
- Í fleiri vikur fyrr í ár gjørdist arktiska oyggin undir kongaríkinum Danmark miðstøð fyri einum ógvusligum geopolitiskum spæli, og amerikanski forsetin avvísti ikki, at tað kundi gerast neyðugt at brúka hermegi fyri at fáa Grønland undir sítt vald.
Seinastu mánaðirnar hevur Donald Trump havt meira enn úr at gera í krígnum í Miðeystri, og tað kann tykjast, sum áhugin fyri Grønlandi er minkaður.
Men, serfrøðingurin í geopolitikki, amerikanarin, Charles Myers, heldur, at tað er bara ein "toskur", sum vil halda, at tankin hjá amerikanska forsetanum um at yvirtaka Grønland er deyður.
- Tað er bara ein spurningur um tíð, nær Trump-umsitingin følir, at tey eru til reiðar at taka dystin uppaftur móti ES - ella móti Danmark og tess sameindu.
Hetta sigur Charles Myers við svenska tíðarritið, Dagens Industri.
Serfrøðingurin í geopolitikki væntar, at Donald Trump hevur fingið tvingað eina avtalu ígjøgnum við Danmark og Grønland innan eitt ár.
Charles Myers, sum áður hevur verið ráðgevi hjá Joe Biden, Hillary Clinton og Kamala Harris, heldur, at Danmark og Grønland fara at gerast tvungin til at gera eina trípartaavtalu við USA.
Avtalan fer sambært serfrøðinginum at tryggja, at USA kann styrkja sína hernaðarlligu hjáveru í Grønlandi, og Danmark fer at verða tvungið til at avmarka russiska og kinesiska skipaferðslu í grønlendskum sjógvi.
- USA fer eisini at fáa serstakan rætt og atgongd til ráevnini í grønlendsku undirgrundini, sigur amerikanski serfrøðingurin, sum leggur aftrat, at Trump-umsitingin fer ikki at lata seg stýra av vanligum spælireglum.
Charles Myers leggur aftrat, at um ES velur at hótta USA við handilstiltøkum, um USA aftur ger seg inn á Grønland, fer Donald Trump at svara aftur við methøgum tollgjøldum.
Serfrøðingurin heldur, at ein onnur orsøk til, at tað fer at eydnast amerikanska forsetanum at fáa bilbukt við Grønlandi, er veiki stuðulin, sum Danmark í veruleikanum hevur.
- Evropa hevur eitt ynski um at stuðla Danmark, men í praksis verður tað ikki gjørt, sigur serfrøðingurin í geopolitikki við tíðarritið, Dagens Industri.
##med2##












