Handilssamrøðurnar millum Kina og USA ganga eftir øllum at døma væl eftir seinastu samrøðunar í Beijing.
Tað er í øllum førum tey boðini, sum amerikanska sendinevndin í gjár sendi Donald Trump, forseta.
– Samráðingarfólkini eru júst heimafturkomin úr Kina, har nógv er komið á skafti á fundunum um handil. Nú eru tey á fundi hjá mærí Mar-a-Largo fyri at greiða mær frá smálutunum, skrivarði Trump í einum tweeti í nátt okkara tíð.
Mar-a-Largo er rosortið hjá Trump í Florida. Kina hevur eisini latið skilt, at samráðingarnar ganga framá.
Fríggjadagin boðaðu Hvítu Húsini tó frá, at tað framvegis manglar nógv fyri at fáa veruliga broytingar í handilspolitikkin við Kina.
/ritzau/Reuters