Í útkasti sínum til fíggjarlógina fyri 2019 mælir Donald Trump til at økja hernaðarútreiðslurnar við sjey prosentum.
Tað upplýsa tvær keldur í ríkisumsitingini fyri tíðindastovuni Reuters.
Harvið fer fíggjarætlanin fyri amerikanska herin upp á 716 milliardir dollarar næsta fíggjarár, sum er frá 1. oktober 2018 til 30. september 2019.
Upphæddin, sum svarar til umleið 4.300 milliardir krónur, fer til nýtsluna hjá verjumálaráðnum eins og til tey kríggj, sum USA luttekur í og viðlíkahald av kjarnorkuvápnunum hjá USA.
Í gjár legði verjumálaráðharrin Jim Mattis raðfestingarnar hjá amerikanskaherinum fram í frágreiðingini National Defense Strategy.
Høvuðsboðskapurin í nýggju verjuætlanini er, at USA betri skal kunnu verja seg í møgulugum hóttanum frá Kina og Russlandi.
Hvat tað beinleiðis merkir, verður ikki sagt í 11 síður langa skjalinum um ætlanina, sum Pentagon hevur almannakunngjørt.
Men sambært Jim Mattis hevur amerikanski herurin misst neyvleikan á »øllum økjum av krígsførslu«. Orsøkin er, heldur Jim Mattis, stór sveiggj í árligu játtanunum á fíggjarlógini«.
Roknað verður við, at Donal Trump fer at almannakunngera fíggjarlógaruppskotið fyri 2019 í februarmánaði.
Enn er ósemja í Kongressini um fíggjarlógina fyri verandi fíggjarár.
Mánadagin samtyktu bæði kømurini í Kongressini eina fyribils fíggjarlóg, sum heldur landinum koyrandi fram til fyrst í februar. Síðani mugu Senatið og Umboðsmannatingið aftur semjast.
/ritzau/