Trump klárur við millarda tolli á kinverkar vørur

Tað verður roknað við, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í dag fer at koma við listanum yvir fleiri hundrað vørur úr Kina, sum fáa álagdan serligan toll.

 

Kjakið um eitt møguligt handilskríggj millum USA og Kina er kyknað upp aftur.

 

Donald Trump, forseti, góðkendi týsdagin eina ætlan um at leggja toll á vørur úr Kina fyri fleiri milliardir dollarar.

 

Tað sigur ein ónevnd kelda í amerkonsku stjórnini við tíðindastovuna Reuters.

 

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Steven Mnuchin, royndiá einum fundi í Hvítu Húsunum í gjár uttan úrslit at sannføra Trump um at sleppa tollætlanunum, upplýsir keldan.

 

Kina hevur fyrr gjørt greitt, at tey fara at svara aftur, um Trump ger álvara av hóttanini um at gera tað dýrari at innflyta vørur úr Kina til USA.

 

Kinesiski uttanríkisráðharrin, Wang Yi, endurtók í gjár ávaringina á einum tíðindafundi við amerikanska starvsbróðirin, Mike Pompeo.

 

Wang segði sambært CBS News, at londini hava tveir møguleikar. Annar er at samstarva, sum gagnar báðum londum, meðan hin møguleikin, sínamillum tollur, er til bága fyri báðar partar.

 

– Kina ynskir heldur fyrra møguleikan, og við tí avgerðini vóna vit, at USA fer at gera eitt klókt val, og Kina er fyrireikað á øllum økjum, segði Wang.

 

Sambært Reuters verður roknað við Trump í dag fer at almannakunngera endurskoðaða tolllistan, sum fatar um 800 vørubólkar úr Kina. Á fyrra listanum vóru 1300 vørubólkar.

 

Ein kelda upplýsir fyri AP, at tollur verður lagdur á fyri í minsta lagi 35-40 millardir dollarar.

 

Donald Trump hevur frammanundan lagt seg út í stríð við góðar samstarvsfelagar hjá USA sum Kanada, Mexico og ES, tá hann við virknaði frá 1. juni legði toll á stál og aluminium.

 

Tollavgerðin hjá forsetanum kemur í kjalarvørrinum av toppfundinum við norðurkoreiska leiðaran, Kim Jong-un, týsdagin í Singapore.

 

Á einum tíðindafundi aftaná segði Trump, at »USA hevur eitt risastórt undirskot í samhandlinum við Kina, og vit eru noydd at gera nakað við tað«.

 

Í 2017 var amerikanska handilsundirskotið við Kina 336 millardir dollarar. Fíggjarfólk á Wall Street óttast eggjandi handilsstríðið, tí tey eru bangin fyri, at tað kann hótta búskaparligu framgongdina, sum er í USA undir Trump.

 

– Endar tað við einum stríðið um tollsatsir, verður úrslitið hækkandi prísir, og tað kann føra til, at brúkararnir koma í størri skuld. Hetta er tað klassiska tekini um búskaparliga bremsins, sigur Gary Cohn, sum fyrr var búskakaparligur toppráðgevi hjá Donald Trump, sambært AP.

 

/ritzau/