Á sosiala miðli sínum, Truth Social, skuldsetir Trump oljufeløgini fyri at taka ov nógv fyri bensini.
– Stóru oljufeløgini lækka ikki prísirnar við pumpurnar í sama lagi, sum prísurin, tey sjálvi gjalda fyri ráolju, fellur, skrivar Trump.
Hann sigur, at innkeypsprísurin á olju fellur sum ein steinur, meðan brúkararnir framvegis rinda ov nógv.
– Við øðrum orðum verða viðskiftafólkini snýtt. Eg havi biðið amerikanska løgmálaráðið um beinanvegin at kanna málið, skrivar forsetin.
Trump heldur, at bensinprísirnir eiga at falla nógv skjótari enn teir gera í løtuni.
Oljuprísurin hækkaði nógv undir krígnum millum USA, Ísrael og Iran. Ein av orsøkunum var, at Iran stongdi Hormuzsundið, har umleið ein fimtingur av heimsins oljuflutningi vanliga fer ígjøgnum.
Eftir at USA og Iran eru vorðin samd um eina ætlan, sum skal enda kríggið, er prísurin á ráolju fallin aftur.
Týsdagin kostaði eitt fat av Brent-ráolju undir 80 dollarar, ella umleið 525 krónur. Meðan kríggið var harðast, var prísurin í styttri tíðarskeið omanfyri 100 dollarar fyri fatið.
Um vikuskiftið samráddust umboð fyri USA og Iran í Sveis og samdust um eina 60 daga tíðarætlan, sum eftir ætlan skal enda við eini varandi avtalu.
Samstundis vísir skipaferðslan gjøgnum Hormuzsundið tekin um at gerast vanlig aftur. Mánadagin var ferðslan tann mesta, síðani kríggið byrjaði 28. februar.
/Ritzau/











