Ein bygningur í La Guaira nærhendis Caracas er lagdur í oyði eftir teir báðar ógvusligu jarðskjálvtarnar í vikuni. Mynd: Donaldo Barros/Ritzau Scanpix.

Trump lovar framhaldandi hjálp til Venezuela

USA fer framvegis at stuðla bjargingararbeiðinum í Venezuela eftir teir báðar ógvusligu jarðskjálvtarnar, sum fyrr í vikuni raktu landið.

Ein bygningur í La Guaira nærhendis Caracas er lagdur í oyði eftir teir báðar ógvusligu jarðskjálvtarnar í vikuni. Mynd: Donaldo Barros/Ritzau Scanpix.

Tað skrivar virkandi forsetin í Venezuela, Delcy Rodríguez, á X, eftir at hon hevði telefonsamrøðu við amerikanska forsetan Donald Trump og uttanríkisráðharran Marco Rubio.

Sambært Rodríguez lovaði USA at senda bjargingarfólk, serútgerð, hjálp til fyribils bústaðir og aðra neyðhjálp til tey, sum eru rakt av vanlukkuni.

Jarðskjálvtarnir, sum mátaðu 7,2 og 7,5, raktu norðara part av Venezuela hósnáttina. Higartil er upplýst, at 920 fólk hava latið lív, sambært Reuters.

Tó er framvegis stór óvissa um talið á deyðum, særdum og teimum, sum framvegis eru saknað. Amerikanski jarðfrøðistovnurin USGS metir, at talið á deyðum kann vera omanfyri 10.000.

Ringast rakta økið er strandabýurin La Guaira uttan fyri Caracas, har minst 100 bygningar eru rapaðir.

 

Ein bygningur í La Guaira nærhendis Caracas er lagdur í oyði eftir teir báðar ógvusligu jarðskjálvtarnar í vikuni. Mynd: Donaldo Barros/Ritzau Scanpix.