Trump lovar Zelenskyj at steðga krígnum

Amerikanska republikanska forsetavalevnið, Donald Trump, tosaði fríggjadagin í telefon við forsetan í Ukraina, Volodymyr Zelenskyi. Sambært Trump var talan um eina "ordiliga góða samrøðu".

Í 2019 hittust Trump og Zelensky í New York. Í telefonsamrøðu náttina til leygardagin danska tíð hava tey avtalað at hittast aftur, sigur Zelenskyj. (Savnsmynd). - Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix

Hetta upplýsti hann á sínum sosiala miðli, Truth Social.

 

Undir prátinum lovaði Trump at steðga krígnum millum Russland og Ukraina. Tað hevur verið í gongd síðani Russland framdi innrás í Ukraina í februar 2022.

 

Vinnur Trump amerikanska forsetavalið 5. november, so hevur hann longu steðgað krígnum, áðrenn hann alment tekur við sum forseti í januar 2025, hevur hann áður sagt.

 

Frá Zelenskyy ljóðar tað sum um, at hann og Trump hava avtalað at hava ein fysiskan fund onkuntíð.

 

/ritzau/

 

Í 2019 hittust Trump og Zelensky í New York. Í telefonsamrøðu náttina til leygardagin danska tíð hava tey avtalað at hittast aftur, sigur Zelenskyj. (Savnsmynd). - Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix