Trump revsar Ex­xon fyri við­merk­ing frá stjóra

Stjórin í oljufelagnum Exxon hevur sagt, at tað ber ikki til at gera íløgur í Venesuela.

Stjórin í ExxonMobil, Darren Woods, og fleiri aðrir leiðarar í amerikonskum oljufeløgum hittust fríggjadagin í Hvítu Húsunum at umrøða íløgur í oljuvinnuna í Venezuela. ExxonMobil er ivasamt um at venda aftur til landið, sum tað fór úr í 2007. (Savnsmynd). - Mynd: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer kanska at forða Exxon í at gera íløgur í Venezuela, eftir at stjórin í oljufelagnum á fundi í Hvítu Húsunum í síðstu viku segði, at tað ikki ber til at gera íløgur í landinum.

Tað segði Trump í nátt umborð á forsetaflogfarinum Air Force One.

– Mær dámdi ikki svarið hjá Exxon. Eg hevði nokk verið sinnaður at hildið Exxon burtur. Mær dámdi ikki svar teirra. Teir spæla ov klókir, sigur Trump.

Stjórin í Exxon, Darren Woods, segði fríggjadagin við Trump, at Venezuela skal broyta lógirnar í landinum, áðrenn tað kann gerast lokkandi at gera íløgur har.

Á fundinum luttóku í minsta lagi 17 aðrir leiðarar í oljufeløgunum, har Trump hevði heitt á bólkin um at gera íløgur fyri 100 milliardir dollarar í at lívga oljuídnaðin í Venesuela.

Hetta hendi minni enn eina viku eftir, at amerikanski herurin hevði tikið og koyrt forsetan í Venezuela, Nicolás Maduro, úr valdinum.

Á fundinum vísti Woods á, at tørvur er á stórum nýskipanum í Venezuela, áðrenn felagið er klárt at venda aftur til suðuramerikanska landið.

– Tað er lagt hald á ognir okkara har tvær ferðir, og tú kanst ímynda tær, at tað at fara triðju ferð vildi kravt nakrar rættiliga týðandi broytingar, segði hann.

– Um vit hyggja at teimum lógar- og handilsligu bygnaðunum og karmunum, sum eru í Venezuela í dag, ber ikki til at gera íløgur har, legði Woods afturat.

Trump hevur ikki dult fyri, at eftirlitið við venezuelansku oljuni var ein av høvuðsorsøkunum til hernaðarligu tiltøkini.

ConocoPhillips bant seg heldur ikki til at virka í Venezuela á fundinum fríggjadagin.

Exxon hevur ikki svarað áheitan frá Reuters um viðmerkingar.

Chevron er í løtuni einasta amerikanska felagið, sum hevur loyvi at virka í Venezuela.

ExxonMobil og ConocoPhillips tóku seg úr í 2007, eftir at tey havnaðu krøvum frá táverandi forsetanum, Hugo Chávez, um at lata meirilutavaldið til statin.

 

Ritzau/Reuters

 

Stjórin í ExxonMobil, Darren Woods, og fleiri aðrir leiðarar í amerikonskum oljufeløgum hittust fríggjadagin í Hvítu Húsunum at umrøða íløgur í oljuvinnuna í Venezuela. ExxonMobil er ivasamt um at venda aftur til landið, sum tað fór úr í 2007. (Savnsmynd). - Mynd: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix