Trump: Kritikkurin hjá demokratum av Biden er ódemokratiskur

Áheitanirnar hjá demokratunum um, at Biden skal taka seg aftur, vísa, at flokkurin í roynd og veru er ódemokratiskur, sigur Trump.

Forsetavalevnið hjá republikanska flokkinum, Donald Trump, luttók í nátt okkara tíð á veljarafundi í Michigan, har hann talaði á pallinum. Hann hevði eitt bind um høgra oyra, sum hann varð raktur í undir morðroyndini síðsta leygardag. - Mynd: Tom Brenner/Reuter/Reuters

Amerikanska republikanska forsetavalevnið, Donald Trump, finst at Demokratiska flokkinum fyri als ikki at vera demokratiskur.

 

Hann heldur, at hetta er komið fram seinastu tíðinan við nógvu áheitanunum til Joe Biden, forseta, um at seg aftur sum valevni til valið 5. november.

 

Tað sigur hann á veljarafundi í býnum Grand Rapids í statinum Michigan, sambært amerikansku tíðindastovuni AP.

 

- Í hesi løtu royna leiðarar í Demokratiska flokkinum ógvusliga at kollvelta úrslitið av undanvalinum hjá teirra egna flokki fyri at fáa korrupta Joe Biden av atkvøðuseðlinum, sigur Trump.

 

- Sum tit síggja, so er Demokratiski flokkur als ikki flokkurin fyri fólkaræði.

 

Samanumtikið hava yvir 30 demokratiskir limir í kongressini heitt á Biden um ikki at stilla upp til afturval - teirra millum fýra senatorar.

 

Funnist verður millum annað at honum fyri at síggja ósamanhangandi og gamal út.

 

Forsetin hevur higartil noktað at taka seg úr valstríðnum. Men trýstið á hann er økt seinastu vikurnar.

 

Á pallinum í valstríðnum nýtti Trump eisini høvið at vísa aftur, at hann sjálvur kann lýsast sum "ekstremistur" ella ódemokratiskur.

 

- Tey halda fram við at siga, 'hann er ein hóttan móti fólkaræðinum'. Í síðstu viku tók eg eia kúlu fyri fólkaræðið, sigur Trump til stóra spenningin hjá teimum møttu.

 

Tað er fyrsta stevnan, sum Trump er við til, síðani hann seinasta leygardag varð fyri morðroynd á stevnu í Pennsylvania.

 

Hann skal luttaka á veljarafundinum leygardagin saman við sínum varaforsetavalevni, J.D. Vans.

 

Trump hevur skift sítt fyrra oyraplástur, sum var hvítt og fjaldi tað mesta av oyranum, út við eitt minni, brúnt plástur, sum bara fjalir ovasta partin av oyranum.

 

Morðroyndin hevur ført til, at Secret Service, sum hevur ábyrgdina av trygdini hjá amerikanskum forsetum og øðrum ovastu politikarum, verður kannað.

 

Sambært AP var veljarafundurin í nátt okkara tíð - undir herdum trygdareftirliti. Luttakararnir greiða millum annað frá um dronur í luftini. Fólk hava eisini noyðst at fara ígjøgnum ein metaldetektor.

 

/ritzau/

 

Forsetavalevnið hjá republikanska flokkinum, Donald Trump, luttók í nátt okkara tíð á veljarafundi í Michigan, har hann talaði á pallinum. Hann hevði eitt bind um høgra oyra, sum hann varð raktur í undir morðroyndini síðsta leygardag. - Mynd: Tom Brenner/Reuter/Reuters