Trump skal á ser­lig­an amerik­anskan minnis­pening

Amerikanski myntstovnurin United States Mint fer at gera ein serligan 1-dollarspening við mynd av Donald Trump í sambandi við, at USA í ár hátíðarheldur 250 ára dagin fyri sjálvstýrisyvirlýsingina.

Ein tekning, sum amerikanska fíggjarmálaráðið hevur almannakunngjørt, vísir nýggja 1-dollarspeningin við mynd av Donald Trump á forsíðuni og havørni á baksíðuni. Mynd: Department of the Treasury/Reuters.

Tað upplýsir amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent. Hann hevur eisini almannakunngjørt eina tekning av myntinum á X.

Á forsíðuni verður mynd av Trump saman við orðunum Liberty (Frælsi), In God We Trust (Vit líta á Gud) og árstølunum 1776–2026. Á baksíðuni verður ein hvíthøvdað havørn, sum er eitt av kendastu tjóðarteknunum í USA.

Trump sigur í samrøðu við Fox Business, at hann er æraður.

– Tey góvu mær ein mynt. So vítt eg skilji, er tað sera sjáldsamt, sigur hann.

Mynturin hevur tó elvt til kjak. Atfinnarar vísa á, at ein amerikonsk lóg forðar fyri, at núlivandi persónar verða avmyndaðir á amerikonskum pengum. Sambært Reuters er tó ógreitt, hvussu reglurnar verða tulkaðar í hesum førinum, og amerikanska fíggjarmálaráðið hevur enn ikki svarað spurningum um lógargrundarlagið.

Sambært Politico verða serligu minnispeningarnir settir til sølu í heyst.

 

Ein tekning, sum amerikanska fíggjarmálaráðið hevur almannakunngjørt, vísir nýggja 1-dollarspeningin við mynd av Donald Trump á forsíðuni og havørni á baksíðuni. Mynd: Department of the Treasury/Reuters.