Trump: Tað verður ein sterk trygdaravtala

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at tað verður ein trygdaravtala, og tað verður ein sterk avtala.

Viðmerkingarnar komu framman fyri Mar-a-Lago saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskij.

Hann sigur seg halda, at bæði Zelensky og russiski forsetin, Vladimir Putin, taka friðartilgongdina í álvara.