Trump um valsvik: Vit hava øll prógvini

Dómstólurin vil ikki loyva, at prógvini fyri valsvik verða løgd fram, sigur Donald Trump.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, gramdi seg í gjár enn einaferð um, at dómstólarnir í nøkrum av lyklastatunum ikki vilja fara víðari við málinum um valsvik, sum hann ynskir at fáa viðgjørd.

Tað segði hann í sjónvarpssamrøðu við Fox News, sum er fyrsta samrøða, hann hevur gjørt síðani valið 3. november.

– Vit royna at leggja fram prógvini, men dómararnir vilja ikki loyva okkum at gera tað, sigur hann.

Trump hevur enn ikki vilja viðgingið at hann hevur tapt valið.

Og tað hóast at allar tær stóru sjónvarpsstøðirnar hava sagt Joe Biden vera greiðan vinnara. Eisini Fox News.

– Vit hava so nógv prógv, endurtekur Trump, sum stuðul fyri síni uppfatan av, at tað er framt valsvik.

Millum lyklastatirnar er tað bara Wisconsin, sum enn ikki endaliga hevur váttað valúrslitið.

Í gjár vísti ein umteljing av atkvøðunum í tveimum stórum amtum í Wisconsin, at Biden fekk 87 atkvøður afturat, so hann sambært blaðnum Milwaukee Journal Sentinel vinnur statin við 20.695 atkvøðum fleiri enn Trump. Úrslitið væntast at verða kunngjørt í morgin.

Herferðin hjá Trump, sum kravdi at atkvøðurnar vórðu taldar umaftur í teimum báðum amtunum, má sjálv gjalda fyri umteljingina, sum kostaði út við 20 milliónir krónur.

– Eg vildi fegin kunna latið inn eina stóra og vakra stevning, sigur Trump við Fox News.

– Vit hava eiðsvornar váttanir, vit hava fleiri hundrað slíkar váttanir, sigur hann.

Í statinum Pennsylvania hevur Biden sambært endaligu uppteljingini og góðkenning fingið 81.000 atkvøður fleiri enn Trump.

Har hava Trump og advokatar hansara roynt tvær leiðir: Annaðhvørt at fáa partar av nógvu brævatkvøðunum gjørdar ógyldugar, ella at fáa allar tær 6,7 millónir atkvøðurnar kolldømdar.

Í seinna førinum skuldi tað so verið kongressin í Pennsylvania, sum skuldi gjørt av, hvør vann forsetavalið.

Men leygardagin avvísti hægstirættur í Pennsylvanina einmælt bæði málini frá Hvítu Húsunum, skrivar AFP.

Trump og advokatur hansara, Rudy Giuliani, hava ferð eftir ferð boðað frá, at teir ynskja, at hægstirættur í USA skal viðgera málið um valsvik. Men tá samveldisdómstólar blankt hava avvíst næstan allar ákærur frá forsetanum, so er tað ósannlíkt, at hægstirættur fer at blanda seg.

/ritzau/