Trump umhugsar at loyva Orbán at keypa russiska olju

Trump trýstir ES-londini til at lata vera við at keypa russiska olju og gass. Men hann kann gera undantak fyri Orbán.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, bjóðaði einum av sínum nærmastu evropeisku sameindu, ungarska forsætisráðharranum, Viktor Orbán, vælkomnum í Hvítu Húsini í dag. Tað er fyrstu ferð, at Orbán vitjar í Hvítu Húsunum, síðani Trump kom aftur til valdið í januar. - Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann fer at umhugsa at sleppa Ungarn undan revsitiltøkum, sum USA hevur sett í verk móti olju úr Russlandi.

Fráboðanin kemur undan fundinum við ungarska forsætisráðharran, Viktor Orbán, sum vitjar í Hvítu Húsunum fríggjadagin.

- Vit umhugsa tað, tí tað er sera trupult hjá honum at fáa olju og gass úr øðrum økjum. Sum kunnugt hava teir ikki tann fyrimun av at vera á sjónum, segði Trump við tíðindafólk í Hvítu Húsunum.

Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

Fundurin millum Orbán og Trump er fyrsti tvílandafundurin millum teir báðar leiðararnar, síðani Trump tók við aftur í januar.

Teir báðir fara í høvuðsheitum at tosa um orkusamstarv, handil og kríggið í Ukraina, segði Trump undan fundinum.

Orbán og Trump eru samdir um eina røð av málum, eitt nú um tilflyting.

Men teir eru ósamdir um keypið av russiskari olju.

Trump hevur seinastu tíðina lagt trýst á ES-londini um at steðga við at keypa russiska olju og gass, og tað leggur enn meira trýst á búskapin og førleikan hjá Russlandi at føra kríggj í Ukraina.

Ungarn hevur hildið fram við sínum innflutningi av russiskari orku síðani Russland herjaði Ukraina í februar 2022. Hetta hevur fingið atfinningar frá øðrum ES-londum og NATO-sambandslondum.

Undan fundinum mikudagin hava ungarsk embætisfólk sambært Reuters sagt, at Orbán vónar at sleppa undan amerikanskum revsitiltøkum móti russiskari olju.

Hann vónar eisini at fáa ætlanirnar um ein fund millum Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin, aftur á rætta kós, siga keldurnar.

Trump og Putin høvdu sagt seg ynskja at hittast í ungarska høvuðsstaðnum, Budapest, men fundurin er nú útsettur.

 

/Ritzau/

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, bjóðaði einum av sínum nærmastu evropeisku sameindu, ungarska forsætisráðharranum, Viktor Orbán, vælkomnum í Hvítu Húsini í dag. Tað er fyrstu ferð, at Orbán vitjar í Hvítu Húsunum, síðani Trump kom aftur til valdið í januar. - Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix