Eitt annað møguligt mál um at deila trúnaðarupplýsingar í eini handilsligari app fer ikki at hava nakrar avleiðingar fyri amerikanska verjumálaráðharran, Pete Hegseth, og sambandið við Donald Trump, forseta.
Sostatt stuðlar Trump framvegis Hegseth, sigur talskvinnan í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, við Fox News.
Fráboðanin kemur eftir at The New York Times skrivar, at kona Hegseth, beiggin og privatadvokaturin luttóku í einum kjatti, har trúnaðarupplýsingar um eina amerikanskt álop í Jemen vórðu deildar.
Dulnevndar keldur siga blaðnum frá kjakinum.
- Forsetin stuðlar trygt verjumálaráðharran, Hegseth, sum ger eitt fantastiskt arbeiði sum leiðari fyri Pentagon, sigur Karoline Leavitt við Fox News.
- Og hetta er tað, sum hendir, tá alt Pentagon arbeiðir ímóti tær og ímóti teimum risastóru broytingunum, sum tú roynir at fremja.
Upplýsingarnar, sum eftir øllum at døma vóru givnar í chattinum, snúðu seg um fyribils amerikansk álop móti Houthi-rørsluni í Jemen.
Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, avvísir skuldsetingarnar móti Hegseth, sigur talsmaðurin hjá Pentagon, Sean Pernell. Hann sigur, at tær byggja á "kærur frá ónøgdum fyrrverandi starvsfólkum", skrivar tíðindastovan dpa.
Pete Hegseth er longu knýttur at einum álvarsligum trygdarfeili í einum øðrum kjaki í Signal appini.
Eisini her vórðu upplýsingar deildar um álop í Jemen.
Millum limirnar í kjakinum var aðalblaðstjórin á The Atlantic, Jeffrey Goldberg. Hann hevði eftir øllum at døma verið lagdur afturat av misgáum og kundi síðani tosa alment um trygdarfeilin.
Amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz, hevur síðani tikið ábyrgdina av, at hann av óvart hevur lagt Goldberg afturat kjakinum.
Donald Trump hevur sagt, at Waltz "hevur lært sína læru", meðan verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, sum eisini luttók í kjakinum, er sloppin uttan ákæru.
Ógreitt er, hví kona Hegseth, beiggi og sakførari luttóku í kjakinum, sum The New York Times fyri stuttum skrivaði um.
Kona hansara, Jennifer Hegseth, sum er fyrrverandi framleiðari á sjónvarpsstøðini Fox News, er ikki í starvi hjá amerikanska verjumálaráðnum.
Hon hevur fylgt manninum uttanlandsferðir og hevur fingið atfinningar fyri at hava luttikið saman við honum á trúnaðarfundum við útlendskar leiðarar.
Beiggi Pete Hegseth, Phil Hegseth, og advokaturin Tim Parlatore eru báðir í starvi hjá verjumálaráðnum, men sambært The New York Times er framvegis ógreitt, hví upplýsingar um álop í Jemen vildu verið viðkomandi fyri teir.
Sambært blaðnum er kjakið stovnað av Pete Hegseth, sum brúkti sína privatu telefon - og ikki sína arbeiðstelefon - til at fáa atgongd til hana.
Sambært keldunum hjá blaðnum luttóku ein røð av fólkum úr hansara privata og fakliga netverki í kjakinum.
/Ritzau/