Tað er serliga Tutl, ið hevur verið virkin útgevari seinasta árið við 24 útgávum, umframt fleiri endurútgávum. Eisini hevur felagið farna árið givið fleiri fløgur við útlendskum bólkum út. Kanska tann av hesum, ið hevur gjørt mest um seg er fløgan hjá Afenngin.
Ikki kann sigast annað enn, at dómsnevndin, sum í næstum skal avgera hvørjar fimm fløgur verða innstillaðar til Planetina fyri bestu fløgu, hevur eitt torført arbeiði fyri framman. Tí í ár er ikki trupult at velja 5 egnaðar fløgur, men sera trupult at velja fløgur frá, tí árið hevur verið nakað so ríkt. Uppaftur truplari verður hjá dómsnevndinini og hjá tykkum lesarum at velja fløguna, ið er tann besta. Men tað sagt, so verður hetta ikki truplari enn avgerðin í øllum hinum planet nomineringunum.
Høgni Lisberg greiður í samrøðuni mitt inni í hesum blað frá, hvussu týdningarmikil Planet heiðurslønin hevur verið fyri hann, og hvussu nógv honum hevur havt at sagt í útbreiðsluni av hansara fløgu.
Nýggjar tónleika útgávur 2006
200: Graceland (TUTL)
Afenginn: Akrobakkus (TUTL)
Aldubáran/Páll Sólstein/Karl Martin Samuelsen/Anna Maria Olsen: Glóð (TUTL)
BrekkuBrothers: Vol. 1 (Egið forlag)
Carl Jóhan Jensen: September í bjørkum sum kanska eru bláar (TUTL)
Claiborne “Head High ep (TUTL)
Eyðun Jacobsen: Ein undurkelda (Strok)
Færd: Logbok” (TUTL)
Flemming: Knúsandi løgur (G!Music)
Fuzzphase: Everything’s OK” (Egið forlag)
Gestir: Burtur frá toftunum (TUTL)
GoGo Blues: Face to Face with the Devil (TUTL)
Hans Jacob K.Mouritsen: Navnleysur (Egið forlag)
Hanus G. Johansen og Aldubáran: Frå leddiken (Kisan)
Húsakórið: Sólarmessa (TUTL)
Jens Mortan Mortensen: 13 urgukoralir” (v/ bókaútgávu)
Jólasangir – meðan vit bíða (Egið forlag)
Kári Bæk: Flóðir av ljósi (TUTL)
Kristian Blak og Yggdrasil: Risastova (TUTL)
Kristleif Zachariassen: On The Road (TUTL)
Kyndil 50 ár (Egið forlag)
Lisa Frederiksberg: Reis teg upp (Egið forlag)
M’as Blues Band/Ælabogin/The Dreams/Rókur Jákupsson Jakobsen: M’as Blues Band (Egið forlag)
Magni Christiansen: Við vegin (Egið forlag)
Makrel: Transcend (TUTL)
Malagrót (TUTL)
Maria Guttesen (v/ blaðútgávu)
Maria Guttesen: Live (TUTL)
Marius: The Sky Is Our Home (TUTL)
Marnar og Árni: Føroyar mítt land (Egið forlag)
Martin Joensen og Hinir: Á brúnni (Sprotin)
Martin Joensen: Lat meg goyma teg (Sprotin)
Meyla og Knøttur: Meyla og Knøttur” (v/ blaðútgávu)
Mikkel: Ind under frakken (TUTL)
Moose Matrix: Night Pace (TUTL)
Nanna Amter: Stories Behind The Tears (ITH)
Nina Björk Eliasson: Prosphorous Sincerely – Vocal Poems” (TUTL)
Popp List 5 (TUTL og 3’arin)
Rasmus í gørðum og aðrar plátur frá 50-unum (Egið forlag)
Rókur: Rókur (3’arin)
Side Effect: Side Effect (TUTL)
Sigmund Andreasen: Hugleiðingar (Egið forlag)
Simon von Konoy: Frihed (Egið forlag)
Teitur: Stay under the Stars (Arlo & Betty)
The Dreams: Tazy (3’arin)
Thor Simonsen: Thor: International (TUTL)
Týr: Ragnarok (Napalm Records)
Uhuru: Symbiose (TUTL)
Uni Reinert Debess: Gangi eg (3’arin)
Villmenn: Villmannatjóðin (TUTL)
Whelm: The Prologue (Egið forlag)
Ævintýrferðin 2006 (Egið forlag)
Kelda: Odmar Olsen
Umframt hesar fløgur eru fleiri endurútgávur komnar út