Trupulleikar við fráboðanarskyldu

Tað er ikki bara í Føroyum, at skrivstovuarbeiði ikki altíð kann praktiserast, tá ræður um fiskiveiði.

Í Danmark hava útróðrarmenn í løtuni trupulleikar við eini nýggjari fráboðanarskyldu, sum myndugleikarnir hava sett í verk, galdandi frá 1. januar í ár. Skipanin hevur nevniliga víst seg at vera trupul at praktisera.

- Fiskimenn, sum vilja fylgja nýggju reglunum, hava trupulleikar við at halda álagdar skyldur.

Tað sigur Jan Hansen, ið er formaður fyri økinum, sum verður rópt Kreds Nord. Fleiri fiskimenn hava vent sær til hansara, og tað eru eisini aðrir formenn í ymiskum økjum, sum hava hoyrt fyri, at trupult er at praktisera nýggju reglurnar um fráboðan.

Ein trupulleiki er, at fiskimenn skulu lata inn eina landingarfráboðan, sum svarar til upplýsingarnar frá auktiónini ella savningarstøðini, har fiskurin verður landaður. Hesa uppgávu hava auktiónin ella savningarstøðin loyst fyri bátarnar, men í nýggju skipanini er váttanin, sum fiskimenn skulu lata inn, ikki komin í rættlag.

Fiski-og útróðrarmenn noyðast nú sjálvir at senda inn upplýsingar um landingarnøgd og fiskasløg, eins og auktiónin og savningarstøðirnar eisini gera tað. Hetta er tískil dupult arbeiði.

- Trupulleikin við landingarváttanini er - umframt at hetta er dupult arbeiði - at pláss er ikki á skjalinum til øll fiskasløgini.

Trupulleikar eru eisini, tá skift verður millum fiskileiðir eins og útróðrarmenn, sum fiska nær landi, hava trupulleikar við internetsambandinum fyri at kunna halda fráboðanarskylduna um, nær bátarnir koma í havn.

Útróðrarbátur, sum kemur inn at landa, skal tveir tímar fyri landing boða frá, at hann kemur. Um bátur kemur í havn innan tveir tímar fyri kravdu fráboðanarskyldu, fær útróðrarmaðurin bót. Tað merkir, at menn, sum ikki hava fingið boðað frá í góðari tíð, mugu bíða í tveir tímar, áðrenn teir kunnu leggja til bryggju.

- Soleiðis eigur skipanin ikki at fara við teimum, sum eiga og reka útróðrarbátarnar, samstundis sum tosað verður um at varðveita útróðrarvinnuna, sigur, Jan Hansen.