Trupulleikar við harðskapi

Eyðstein Borgardal

“Føroyar, er eitt stað, ið er tað nærmasta Paradísi, sum vit koma á jørð.” segði Jenis av Rana. Óivað fekk hetta bæði kenslur og tankar í gongd hjá mongum av okkum. Óansæð hvat ein helt/heldur um hatta, so tykist tað, at Føroyar, vit, ið kallast kristin í mun til tjóðirnar rundan um okkum, eru í holt við at gerast meira lík teimum á summum økjum, har ímillum harðskapi. Tann spurningurin, ið eg meti verða sera umráðandi, er: Hvussu basa vit harðskapinum? Eitt uppskot frá løgregluni er, at tað skal gerast ólógligt at ganga við knívi uppi á sær. Tað merkir, at um tað ikki er góð nokk grundgeving fyri at ganga við knívi, so kann løgrelan “grípa inn” og taka knívin frá viðkomandi. Nevnt var í greinini í Dimmu, at tað var broyting komin í vápnalógina í Danmark, men tíverri saknaðist hagtølini, so tað var ikki týðiligt um tað hevði gjørt nakran mun. Tí, man má spyrja, um tað fer at gera nakran mun at bannlýsa knív í býnum og almennum høpi. Men hvat fær okkum at halda, at tað fer at gera so nógvan mun, hví metir man, at tað er knívurin, ið er trupulleikin? Tað verður kanska ikki sagt í orðum, men tá okkara loysn upp á harðskapin verður at banna tað vápnið, ið verður nýtt, so gevur tað eina ábending um okkara hugsunarhátt. Tí, tað er ikki knívurin, ið er trupulleikin.
Sum nevnt var í oddagreinuni í Dimmu, so hava føroyingar altíð gingið við knívi, tað er einki óvanligt her. Kann tað vera eitt sindur naivt at hugsa, at tað fer at hjálpa at bannlýsa? Tað er mangt annað, ið eisini er ólógligt, men sumt av tí veksur alsamt t. d. nýtslan av rúsevnum. Um hetta uppskot gjørdist veruleiki, hvussu skal politiið so gera í náttarlívinum, skulu teir ganga til hvønn einstakling og spyrja um viðkomandi hevur knív við sær? Men hvat, hesin ungi kann sjálvandi lúgva beint inn í andlitið á politistinum. Skal politiið kannað øll tey ungu likamliga eftir, fyri at vita um tey bera knív? Ella skal man bert fara eftir teimum, ið síggja mistonksom út? Halló! Hetta haldi eg ikki verða tann besta loysnin. Eg vildi mett, at ein annar spurningar tørvar at svarast: hvussu fáa vit tey ungu (um tað bert eru tey ungu, ið nýta harðskap...) at gevast við harðskapinum? Tað, ið eg haldi vera sera skelkandi, er at hesir 15 og 17 ára gomlu vóru vinir. Hvat fær ein, til at stinga sín egna vinmann niður? Hví er tað so nógvur harðskapur, hvaðani kemur hann?
Tað, ið eg vildi mett eina góða loysn, er, um tey, ið útinna harðskapin, sjálvu avgjørdu at ikki bera seg soleiðis at. Men, um tað ber til, dugi eg ikki at siga og hvussu hetta skal gerast, veit eg í skrivandi løtu ikki, tíverri. Vónandi kunnu vit, føroyingar, einast um hetta mál og finna eina haldgóða loysn. Líkamikið hvat man heldur um visjón 2015, sjálvt um tað gongur framá fíggjarliga, so fer Føroyar ikki at vera eitt tað besta landið at liva í, so leingi hesin harðskapur vinnur framá. Hóast alt, vilja vit liva rík og ótrygg?
Við ynski um tryggari viðurskiftir