Trupulleikar við Netbankanum

Bæði Eik Banki og Bank Nordik boða í dag frá, at trupulleikar eru við sínum netbankum.


Danskir miðlar skrivaðu fyrr í dag, at tað er ein trupulleikin hjá SDC, ið er atvoldin til, at sambandið við netbankarnar hjá fleiri smærri bankum er óstøðugt.


- Vit hava nakrar avbjóðingar við netbankunum hjá nøkrum av okkara donsku peningastovnum, har síðurnar taka langa tíð at svara. Tað er helst so leingi, at fólk fáa varhugan av, at hon ikki virkar, sigur Marianne Nielsen, rakstrarleiðari í SDC við finans.dk.


Miðlahúsið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Eik Banka og BankNordik, uttan at tað hevur eydnast. Á teirra heimasíðum verður tó upplýst, at arbeitt verður við at loysa trupulleikan skjótast gjørligt.