Trý fólk skuldsett fyri handilsstuldur

- Talan var um trý vaksin fólk, sum samstarvaðu um stuldurin, sigur løgreglan.

Ein matvøruhandil í Havn ringdi stutt fyri døgurða í gjár til løgregluna at melda nøkur fólk.

 

Fólkini høvdu tikið matvørur í handlinum, sum tey ikki høvdu goldið fyri.

 

Sambært løgregluni, hava tey kannað málið, og í hesum sambandi hava tey eisini kannað myndir á vakmyndatólinum í handlinum.

 

- Tað eydnaðist at finna fram til fólkini, sum høvdu tikið vørurnar, og hetta vóru trý vaksin fólk, sum høvdu samstarvað um stuldurin.

 

Løgreglan sigur, at talan var um smávegis nøgdir av matvørum, men tey trý fólkini eru nú skuldsett fyri handilsstuldur.