Trygdarráðið mælir til humaniteran steðg í Gaza

Eftir miseydnaða roynd er ST Trygdarráðið komið til semju um eina áheitan um steðgir í Gaza-offensivi

 

Trygdarráðið hjá ST mælir til humaniteran »steðg« í Gaza, sum er nóg langir til, at neyðhjálp kann koma inn.

Tað verður gjørt í eini niðurstøðu, sum er samtykt í dag. Samstundis verður heitt á hernaðarligu palestinsku rørsluna Hamas um at lata gíslar leysar.

Trygdarráðið hevði í síðsta mánaði fýra miseydnaðar royndir at røkka eini niðurstøðu.

Hesaferð eydnaðist tað fyri teir 15 limirnar í ráðnum at fáa hana góðkenda. Men USA, Russland og Bretland, sum øll hava vetorætt, atkvøddu ikki.

Trupuleikarnir við at røkka einni semju stóðst av ósemju um, hvørs tað skuldi mælast til »vápnahvíld« ella »steðg«.

USA hevur mælt til at orðið »steðgur« verður brúktur. Russlandi mælti til, at tað skuldi vera »vápnahvíld«.

/ritzau/Reuters