Trygdin á sjónum og samgongan

Mánadagin 22. juni bleiv eitt uppskot um løgtingslóg um sjómenn og manning av skipum lagt fram á tingi.

Í hesum uppskoti er lítil og eingin broyting um krøvini til manning á fiskiskipum, soleiðis sum tey eru ídag.

Nú vísir tað seg, at ávísir politikarar renna ørindi fyri reiðarar, tí hesir politikarar vilja lækka krøvini til manning umborð á fiskiskipum. Orsøkin skal vera, at okkara krøv eru hægri enn í Noregi.

Tað sum eingin tekur uppá tungu, er, at í íslandi eru krøvini til manning væl hægri enn í Føroyum og sjálvsagt nógv hægri enn í Noregi.

At lækka krøvini, sum hava verði galdandi í nógv harrans ár, gongur bert út yvir trygdina hjá manning og skipi.

Tí skuldi eingin løgtingslimur við ábyrgd tikið undir við..


Trygdin á sjónum og Skipasýnið

Í samgonguskjalinum stendur, at Skipasýnið skal yvirtakast. At ikki aðrar fyritøkur eru nevndar, kann undra ein.

Tað er komið fram, at hendan yvirtøkan av skipasýninum skal fremjast, tí tað blívir stilla ov stór krøv til okkara fiskiskip. Ætlar samgongan at lækka krøvini so at trygdin hjá skipi og manning blívir minni og reiðari fær eitt bíligari skip.

At yvirtaka Skipasýnið, tí tað er ein yvirskotsforrætning er íordan.

Men at yvirtaka Skipasýnið, tí krøvini skulu lækkast, er ein dáragerð, sum fer at ganga út yvir skip og manning so ella so.

Núverandi samgonga ætlar við hesum uppskotum, at gera Føroyar til eitt U-land viðvíkjandi trygd á sjónum.


Finnleif Guttesen, Tvøroyri