Arbeiðsumhvørvi
Pál Weihe var millum luttakararnar á altjóða evnisdegnum í Norðurlandahúsinum í síðstu viku um stongd hjá sjófólki.
Tað, sum undrar leiðaran á deildini fyri arbeiðs-og almannaheilsu ógvuliga nógv, er, at eitt nútímans samfelag sum Føroyar góðtekur púrasta óskipaði viðurskifti umborð á føroyskum ísfiskaskipum.
- Hetta eru viðurskifti, sum noyða fólk av arbeiðsmarknaðinum longu, tá tey eru í fimmtiárunum.
Pál Weihe fýlist serliga at viðurskiftunum umborð á teimum skipum, sum royna undir Føroyum, tí her er støðan eftir øllum at døma munandi verri enn umborð á teimum skipum, sum eitt nú royna í Barentshavinum.
Í eini kanning hevur Pál Weihe nevniliga staðfest, at fiskimenn við langfaraskipum í Barentshavinum ikki eru meira strongdir enn onnur fólk í samfelagnum. Á evnisdegnum vísti hann hinvegin á, at viðurskiftini við føroyskum ísfiskaskipum, sum royna undir Føroyum, eru munandi øðrvísi – og verri.
Hesum fanst leiðarin fyri arbeiðs-og almannaheilsu harðliga at á evnisdegnum um strongd hjá sjófólki.
Ymiskir standardir
- Eg førdi fram, at tað eru ymiskir standardir við einum fiskiskipi á Føroyaleiðini og einum boripalli. Tað er heilt týðiligt, at her er stórur munur.
Pál Weihe vísir á, at hetta er ikki bara galdandi her hjá okkum, men eisini í eitt nú Danmark og Noregi.
- Hetta kom týðiliga fram á evnisdegnum, leggur hann aftrat.
Sjálvur heldur hann, at hesi viðurskifti ikki snúgva seg um pening, men heldur um, at vit hava vant okkum við, at arbeiði á sjónum er eitt serliga hart arbeiðsumhvørvi.
- Men eg haldi als ikki, at hetta nýtist at vera so. Tað ber til at seta sær fyri, at arbeiðsumhvørvi á sjónum skal verða á sama støði sum á landi. Hetta er meira ein spurningur um arbeiðslag og tilrættalegging – og at hugsa øðrvísi, enn vit hava gjørt.
Pál vísir á, at ein væl kend orsøk til ótryggleika, er, at sjófólk arbeiða ov leingi út í eitt – og soleiðis hvíla ov lítið.
- Hetta er ikki óvanligt umborð á smábátum og fiskiskipum, sum royna undir Føroyum. Tá arbeiðsdagurin fer út yvir eitt samdøgur, haldi eg, at tú setir fólk í stóran vanda, og tað er heilt órímiligt, at samfelagið góðtekur slíkt. Tað er hóast alt samfelagið, sum hevur til uppgávu at seta reglar fyri, hvussu arbeiðsumhvørvi skal vera – og syrgja fyri, at hesar reglur verða fylgdar.
Lóg um trygd
Føroyar hava eina lóg um trygt á sjónum, sum ásetir karmar fyri, hvussu arbeiðsumhvørvið hjá okkara sjófólki skal vera.
Tí spurdu vit Pál Weihe, um henda lóg bara er eitt eiti?
- Nei, tað vil eg ikki siga. Soleiðis, sum eg kenni lógina, er hon á leið hin sama, sum er galdandi í Danmark um “skibets sikkerhed”. Í hesi lóg eru tær heimildir, sum skulu til fyri at skipa arbeiðsumhvørvi á sjónum á sama hátt, sum vit hava arbeiðsumhvørvislógina á landi.
Spurdur, hvør tað er, sum svíkur, tá henda lóg ikki verður fylgd, vísir leiðarin fyri arbeiðs-og almannaheilsu á, at tað tíverri ikki bara er í Føroyum, at slíkar lógir ikki verða fylgdar í nóg stóran mun, men eisini í eitt nú Danmark og Noregi.
- Tað vísir seg bara, at tá talan er um fiskiskip, er tað vorðið ein traditión, at hesi viðurskifti eru meira tilvildarlig og minni skipað enn á landi. Taka vit danska handilsflotan og samanbera hann við danska fiskiflotan, er munurin stórur. Handilsflotin er nevniliga nógv betri skipaður enn fiskiflotin.
Pál vísir á, at tá vit í Føroyum hava ein lutfalsliga lítlan handilsflota – og ein stóran fiskiflota, áttu vit at lagt okkum eftir at fingið í lag eitt meira nútímans arbeiðsumhvørvi umborð á okkara fiskiskipum.
- Hetta hevði samstundis verið nakað, sum vit kundu víst øðrum tjóðum á, leggur hann aftrat.
Hann sigur, at tað er ikki bara hin eini parturin í føroyska samfelagnum, sum hevur svikið.
- Í fyrsta lagi eru tað partarnir, sum umboða skip og manningar – og so er tað myndugleikin, ið eigur at syrgja fyri, at lógin verður hildin.
Ábyrgdin staðfest
Pál Weihe sigur, at tað verður ógvuliga torført hjá myndugleikanum, sum í hesum førinum er Skipaeftirlitið, at fara út frá degi til dags og krevja, at alt kemur upp á pláss í einum.
- Hetta er ein seig “prosess”, har tú fyrst ert noyddur at vísa á, hvørjir vansarnir eru, samstundis sum neyðugt er at síggja málið, ið tú sum myndugleiki hevur sett tær, fyri framman. Úr øðrum londum kenna vit, at ein slíkur myndugleiki sjáldan er “populerur”, men onkur skal átaka sær hesa uppgávu.
Pál Weihe sigur, at tað er Skipaeftirlitið, sum hevur allan rættin at krevja, at arbeiðsumhvørvið umborð á okkara fiskiskipum í allar mátar er forsvarligt.
- Skipaeftirlitið eigur at seta sær sum mál, at arbeiðsumhvørvið á sjónum verður líka gott og trygt, sum arbeiðsumhvørvið á landi. Soleiðis er ikki í dag. Hetta er ein uppgáva, sum eigur at fara í gongd skjótast gjørligt, sigur Pál Weihe, leiðari á deildini fyri arbeiðs-og almannaheilsu.