Tølini fyri bilskaðar, hendir í fyrra hálvári 1999, eru ikki góð. Sambært skaðaskráseting hjá Tryggingarfelagnum Føroyum vóru fráboðaðu skaðarnir 1.832 í tali. Fyrra hálvár 1998 var talið1.280. Talan er sostatt um eina øking, ið er útvið 50% eftir bert einum ári.
Hugsast kundi, at skaðaøkingin hevur samband við økta koyring. Sagt verður ferð eftir ferð, at tíðirnar eru vorðnar betri, og at fólk av hesi orsøk m.a. hava betri ráð og stundir at koyra fleiri kilometrar. Men tað, sum er serliga ansvekjandi er, at fyri tey nevndu tíðarskeiðini er ferðslan bert økt við o.u. 10%. Kanningar hjá Landsverkfrøðinsstovninum staðfesta hetta.
Forstjórin í Tryggingarfelagnum Føroyum, Jens Petur Arge, er harmur um gongdina, ið hann sigur seg kenna aftur. Hann sigur tað vera sera hugstoytt at hyggja at hesum tølum; serliga tá hann veit, at tað í flestu førum eru ungfólk, ið eru uppi í álvarsligu tilburðunum.
? Tað er ómetaliga torført at siga, hví gongdin er sum hon er, men talan er kanska um eina keðiliga hugburðsbroyting, ið fer fram í góðum tíðum, og fólk ikki longur vanda sær nóg væl um materiellu virðini. Hervið økist vandin jú fyri óhappum og vanlukkum, heldur Jens Petur Arge.
Tryggingin gávufús
Koyrilærarin, Bjarki Ottosonur Johannesen, gjørdi í vikuni vart við, at nú má streingjast á, til tess at fáa eina venjingarbreyt í Føroyum. Hann og Koyrilærarafelagið eru fullvís í, at sleppa tey ungu at royna at missa tamarhaldið á akfarinum undir tryggum umstøðum, áðrenn tey sleppa út á alfara veg, verður vanlukkuvandin minni enn nú. Og hagtøl benda á, at ferðslan aftur fer at minna um tíðina í áttatiárunum, tá nógvir ungir føroyingar lótu lív í høpisleysum vanlukkum.
Tryggingarfelagið Føroyar hevur latið nógvar góðar gávur til eins góð endamál. Hepni mótttakarin hevur aloftast verið Landssjúkrahúsið. Seinast lat Tryggingarfelagið ein skannara, ið kostaði omanfyri 7 milliónir krónur. Men eisini í ferðsluhøpi hevur tryggingin verið gávufús. Felagið tók á sinni stig til at stovna Ráðið fyri Ferðslutrygd, og frá tí degi hevur felagið latið ráðnum 1% av biltryggingargjøldunum (millum 500.000 og 700.000 krónur um árið, bl.m.).
Nú boðar Jens Petur Arge frá, at Tryggingarfelagið fer at viðgerða spurningin um at stuðla einari venjingarbreyt fíggjarliga, um politiskur áhugi er fyri at lata hana gera.
? Eg kann ikki nevna nakað krónutal, men eg vil fegin veita vissu fyri, at vit fara at hyggja at tiltakinum við vælvild í huga, sigur stjórin á Tryggingarfelagnum Føroyum.