Kyndil-VB 19-31 (9-15)
VB skal aftur roknast millum sterkastu liðini í Sunset-deildini.
Í dag vitjaði VB hjá Kyndli, og her gjørdist talan um tryggan útisigur.
Kyndil megnaði ongan tíð at fylgja við VB, sum alt fyri eitt kom upp á 6-1, og so var tann sigurin ongan tíð í vanda.
Hjá Kyndli skeyt Jacklin Durhuus 9 mál. Daiva Toumaite skoraði somuleiðis 9 mál fyri VB.