Ótrygt at flyta fýrverk millum oyggjar við skipi

Flestu av skipunum hjá SSL hava ikki loyvi til at føra nakað fýrverk

Nú tað stundar til nýggjárshald kring oyggjarnar er vanligt, at nógv fýrverk kemur til landið. Fýrverk er ein sjálvsagdur partur av nýggjárshaldinum hjá flestu føroyingum á ein ella annan hátt. Men fyri at trygdin skal vera í hásæti, er alneyðugt hjá øllum, sum hava í hyggju at flyta fýrverk millum oyggjar við skipum hjá strandfaraskipum landsins at kunna seg um, hvørjar treytir eru galdandi fyri tað skipið, sum tey skulu við.

 

 

Strandfaraskip landsins skrivar á heimasíðuni, at SSL hevur seks skip, sum eru ógvuliga ymisk, men flestu av teimum eru fevnd av sera strongum altjóða krøvum um flutning av vandamiklum farmi, sum millum annað snýr seg um fýrverk.

 


–Flestu av skipunum hava ikki loyvi til at føra nakað fýrverk, og tað sama er galdandi um fýrverki verður sent við flutningsfyritøku umvegis okkara skip, skrivar ssl.fo.

 



–Heitt verður á kundar okkara sum hava fyri neyðini at flyta fýrverk millum oyggjar, at seta seg í samband við okkum soleiðis at ein loysn kann finnast, skrivar ssl.fo.