Trygt hjá Neistanum

Kvinnurnar hjá Neistanum høvdu ongar stórvegis trupulleikar, tá tær í gjár vitjaðu á Skála.

Efitr eina javna byrjan rann Neistin mótstøðuna um koll seinna partin av fyrra hálvleiki, og eftir hetta var ongan tíð nakar veruligur ivi um, hvønn vegin stigini skuldu fara.

Hóast sigurin, so mugu tær bláu framvegis hyggja hampuliga langt, um tær skulu hóma nakað finalupláss, sum annars var málið undan kappingarbyrjan.

Neistin hevur havt trupult við at halda fast í Stjørnuni, VB og Tjaldri, sum eru liðini, ið stríðast um finalusessirnar, og tað skal veruliga nakað serligt til, um Neistin nú skal skapa spenning í teirri kappingini.

 

Fakta um dystin

StÍF-Neistin 29-33 (12-18):

10 min: 3-3

20 min: 7-9

40 min: 18-24

50 min: 25-27

Málskjúttar

StÍF: Rebekka Justinussen 7(2), Bára Berthelsen 5, Ninna K. Johansen 5, Louisa Andreasen 4, Fríðrun Danielsen 3, Sunfríð Johansen 3, Anna Petersen 2

Neistin: Trine Mayland 9(2), Tordis Tróndarson 4, Heidi Maria Akselsen 4, Annika Ljósstein 4(2), Rakul Augustinussen 4, Nicoleta R. Hansen 3, Stine Mikkelsen 2, Unn Kragesteen 2(1), Elin Stakksund 1

Brotskøst: StÍF 2, Neistin 7

Útvísingar: StÍF 2, Neistin 2

Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen