Útsøla av bókum

Í ár verður aftur skipað fyri várútsøla av føroyskum bókum, ið varar í ein heilan mánaða. Frá 3. apríl til 3. mai

Í 1988 varð fyrstu ferð skipað fyri útsølu av føroyskum bókum. Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags skipaðu fyri, og hetta var stórhending tá. Nú vóru so nógvar føroyskar bøkur, at til bar at skipa fyri rimmar útsølu við fleiri hundrað bókum.

Men tað er kortini greitt, at føroyski bókamarknaðurin er so mikið avmarkaður, at tað ber ikki til at halda útsølu hvørt ár, skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelags í tíðindaskrivi.

Tí hevur føroysk bókaútsøla higartil bara verið 3. hvørt ár ? seinast í 2006 - og tað hevur verið eitt krav, at bøkurnar, ið verða seldar á útsølu, skulu í minsta lagi vera trý ára gamlar. Tá ið tær hava verið á tveimum útsølum, sleppa tær ikki við aftur.

Men tíðir broytast, og eftir at fleiri forløg hava gjørt vart við, at hetta er í so leingi at bíða, við tað at bøkur, sum eru akkurát ikki 3 ár, tá ið útsøla er, koma at bíða í næstan seks ár eftir útsølu, er gjørt av at skipa fyri útsølu, hóast bara tvey ár eru farin síðan seinast.

Bókaútsølan verður í døgunum 3. apríl til 3. mai. Bókadeildin sendir í hesum døgum bræv til øll forløg, har boðað verður frá hesum og greitt verður frá treytunum at sleppa upp í part. Lýsing verður eisini sett í bløðini, so fólk, ið kanska eiga bøkur, sum stigtakararnir ikki vita um, kunnu gera vart við seg.

Stór útsøluavís verður prentað og send í øll hús í landinum nakrar dagar, áðrenn útsølan byrjar. So kunnu fólk í frið og náðum kunna seg við útsølubøkurnar, skrivar Bókadeildin í tíðindaskrivi.